týsdagur 19. november 2019
Við deyða

1,5 % av eftirlønini verður goldið í eina samlagstrygging, sum millum annað veitir trygging við deyða. 

Her er yvirlit yvir upphæddirnar, sum verða útgoldnar við deyða. Upphæddirnar eru skattafríar við útgjald.

Um limur er 50 ár ella yngri, so er gjaldið kr. 700.000,00 til eftirsitandi, meðan gjaldið til eftirsitandi hjá limum, ið eru eldri enn 50 ár við deyða, minkar javnt úr kr. 700.000,00 í kr. 300.000,00, t.v.s. kr. 25.000,00 pr. ár.

50 ár 700.000,00 kr.
51 ár 675.000,00 kr.
52 ár 650.000,00 kr
53 ár 625.000,00 kr.
54 ár 600.000,00 kr.
55 ár 575.000,00 kr.
56 ár 550.000,00 kr.
57 ár 525.000,00 kr.
58 ár 500.000,00 kr.
59 ár 475.000,00 kr.
60 ár 450.000,00 kr.
61 ár 425.000,00 kr.
62 ár 400.000,00 kr.
63 ár 375.000,00 kr.
64 ár 350.000,00 kr.
65 ár 325.000,00 kr.
66 ár 300.000,00 kr.

Í tí eina prosentinum er eisini ein ískoytiseftirløn uppá kr. 100.000,00, sum limir fáa útgoldið, við fylta 67 ár. Fyri at hava rætt til fulla lokaupphædd krevst at tann, sum fær útgjaldið, hevur verið limur í grunninum síðan fylta 60 ára aldur. Um so er, at limaskeiðið er stytri, minkar lokaupphæddin við 1/8 fyri hvørt árið, sum restar í at røkka fulla tíðarskeiðnum.
 
Avgjørt er, at henda lokaupphædd verður avtikin við tíðini. Tað vil siga at seinastu ferð, limir fáa fulla lokaupphædd verður í 2017. Eftir hetta, verður upphæddin minka við 10.000kr  hvørt árið, og í 2027 er eingin lokaupphædd longur.
 
Hjúnarfelagstrygging:
Í samlagstryggingini er eisini ein sonevnd hjúnarfelagstrygging, sum ger, at hjúnafelagi/samlivi hjá limi eisini er umfataður av lívstryggingini – men við helvtarupphædd. Hetta merkir eitt nú, at um hjúnarfelagi/sambúgvi hjá limi, ið er yngri enn 50 ár, doyr, so fær limurin 350.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er helvtin av 700.000, sum er upphæddin fyri limir.
Legg til merkis, at tað altíð er aldurin hjá liminum, ið er avgerandi fyri útgjaldsupphæddini.
At vera sambúgvandi merkir, at tit hava livað saman longri enn tvey ár. "Deilt borð og song", sum tikið verður til. Sostatt er hetta ikki galdandi fyri systkin o.l., tí talan skal vera um hjúnarbandslíknandi samliving.