mánadagur 25. juni 2018
Aðrir fyrimunir
Sum limur í Starvsmannafelagnum hevur tú, umframt vanligar fakfelagságóðar, eisini atgongd til onnur góð tilboð.
 
Tað, at vit eru nógv í einum felagsskapi, merkir, at vit í felag kunnu lyfta uppgávur, sum vanliga kennast tungar hjá tí einstaka.
Bæði í mun til vørur og tænastur, er tað ein fyrimunur, at vit eru eitt stórt og breitt felag.
Ein lítil hjáuppgáva hjá felagnum er eisini at gera avsláttaravtalur við handlar og fyritøkur, við tí í huga, at hvør vunnin króna er ein króna afturat í lønarposan!

- Tú kanst leiga summarhús og feriur við avsláttri gjøgnum Dansk Folkeferie, sum vit hava seravtalu við.

- Starvast tú hjá Posta, kanst tú leiga summarhús í Danmark við avsláttri gjøgnum HK Post.

- Tú kanst leiga hølini hjá Starvsmannafelagnum til merkisdagar og annað fyri hálvan prís.

- Tú kanst leiga frítíðarhús við Gjógv og í Skálavík fyri lítlan penga.

- Tú fært avsláttur frá ávísum handlum og fyritøkum, sum felagið hevur gjørt avtalu við.

- Tú kanst vera fakliga og fakfelagslisliga virkin í einari av undirnevndunum, sum eru um at verða skipaðar fyri allar fakbólkar í felagnum.

- Tú kanst luttaka í einum av teimum mongu limatiltøkunum, sum verða lýst gjøgnum álitisfólkini, í Starvsblaðnum og á heimasíðuni. Hetta kunnu vera cafékvøld, fyrilestrar og tílíkt.
 
 
.