mikudagur 15. august 2018
Reglugerð fyri leigu av summarhúsunum

 

Fyri at so nógv sum møguligt kunnu fáa ágóðan av summarhúsunum, er neyðugt at avmarka møguleikan fyri bíleggingum.

 

1.
Húsini verða fyrst og fremst útleigað til limir. Um húsini eru tøk 14 dagar framman undan ella styttri, so verða tey eisini leigað út til onnur (feløg ella einstaklingar). 

2.
Framleiga av húsunum er ikki loyvd.

 

3.

Háárstíð: 15. mai - 15. september

Tú kanst leiga húsini eina ferð í háárstíð og kann leigumálið í mesta lagi vera 5 dagar. Leigumál fyri háárstíð kunnu bert gerast fyri eina háárstíð í senn. Bíleggingar fyri háárstíð kunnu í fyrsta lagi gerast eftir 15. september árið fyri.

 

Serligar tíðir, t.e. jól, páskir, hvítusunna og heystfrítíð

Leigumál kunnu í mesta lagi vera 7 dagar. Tað ber ikki til at leiga sama summarhús (ávíkavíst í Skálavík og við Gjógv) til somu høgtíð ella heystfrítíðina tvey ár á rað.

 

Aðrar tíðir

Tú kanst í mesta lagi leiga húsini 7 dagar í senn. Bíleggingin er ikki ávirkað av møguligari bílegging í háárstíð.

 

4.
Farast skal væl um húsini, sum sjálvandi skulu latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað. Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.

 

5.
Leigari má sjálvur taka seingjarklæðir og handkløð við.


6.
Samdøgursprísurin er 300 krónur fyri limir. Leigan fyri ikki-limir er 600 kr. fyri samdøgrið. Leigan skal verða goldin í seinasta lagi tvær vikur undan vitjanini. 


7.
Goldið verður í minsta lagi fyri eitt samdøgur (gerandisdagar) og/ella fyri tvey samdøgur í vikuskiftinum. 

 

8.
Tey, sum leiga húsini, hava skyldu til at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan, og leigarin ábyrgdist fyri teimum, meðan leigutíðin er.


9.
Ikki er loyvt at roykja inni í húsinum. Heldur ikki er loyvt at hava húsdjór inni.


10.
Um avboð verður givið styttri enn 14 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðinum, tá verður full leiga tikin. 



Samtykt á nevndarfundi 02.09.2014