tirsdag 24. april 2018
apríl 2018
#
Mi
Fr
Le
Su
13
 
 
 
 
 
 
18
30
 
 
 
 
 
 
Frítíðarhúsið við Gjógv
Seks fólk gista væl í gamla og sjarmerandi summarhúsinum í Stólpa við Gjógv.

Í húsinum eru trý kømur, køkur, stova, vesi v/brúsu, gangur og kjallari.
 
Í kjallaranum stendur ein tunnuflaki, sum børnini kunnu spæla sær við í ánni.
 
Við Gjógv er eingin handil, so tit mugu sjálvi taka mat og annað við norður.
 
Sjónvarpið er ikki virkið í løtuni, men har er internet.
 
Fleiri myndir av summarhúsinum við Gjógv eru at síggja í mappuni niðanfyri.
 
Til ber at bíleggja húsini, við at senda teldupost á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella við at ringja á telefon 614868 eftir klokkan 13.
 
Koyr pílin yvir dagfestingina fyri at síggja tíðarskeiðið, húsini eru útleigað í!
 
Kontonummar til leigu er: 9181 – 4180196, kostnaður fyri limir er 300 kr um døgnið.
 
Grønur litur merkir at húsið er bílagt.