mánadagur 22. oktober 2018
Áhugafeløg og bólkar

Í Starvsmannafelagið eru nógvir ymiskir fakbólkar. Omanfyri 300 ymisk starvsheiti eru í felagnum. Starvsmannafelagið er tískil í roynd og veru eitt slag av yrkismeginfelag (fakforbund).

 

Tað gevur stóra styrki, men samstundis er avbjóðingin at menna og verja fakliga samleikan hjá teimum ymsu fakbólkunum, so at limirnir allatíðina kenna seg aftur í felagnum.

 
 
 
Felagið er skipað við tilsamans 17 fakbólkum:
 
Sosialráðgevarafelagið
Bókavarðafelagið
Felagið hjá læknaskrivarum
Biolog-og laborantfólk
Dagrøktarar
KT-fólk
Roknskaparfólk v.m.
Savnsfólk
Sjófólk
Tilbúgvingarfólk
Skrivstovufólk, málsviðgerðar v.m.
Postfólk
Klinikkassistentar v.m.
Handils- og kunningarfólk
Linjufólk, teknikarar v.m.
Húsavørðir, metingarfólk, gartnarar v.m.
Miðlafólk
 
Fakbólkarnir skipa seg sum áhugafeløg við aðalfundi, egnari nevnd og limaskara. Tey fáa pening játtaðan frá Starvsmannafelagnum til sítt fakliga virksemi. Summir fakbólkar hava fleiri ár á baki. Aðrir hava ikki skipað seg enn.
 
Í áhugafeløgunum kunnu limirnir viðgera síni fak og fakligheit, skipa fyri tiltøkum og t.d. hava egna heimasíðu.

 

.