mikudagur 19. desember 2018
Stórt, breitt og sterkt
Starvsmannafelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, sum starvast hjá tí almenna í Føroyum.

Felagið hevur umleið 2.000 limir, og er eitt tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.
 
Felagið hevur sáttmála fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi, kommunum og interkommunalum felagsskapum. Haraftruat hevur felagið sáttmála fyri starvsfólk í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Sáttmálapartarnir á arbeiðsgevarasíðuni eru ávíkavist Fíggjarmálaráðið (MMR), Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG).
 
Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum.

Millum limirnar finna vit omanfyri 300 ymisk starvsheiti. Tí minnir Starvsmannafelagið á ein hátt um tað, sum grannalondini rópa eitt meginfakfelag (fakforbund). Tí siga vit ofta, at Starvsmannafelagið er eyðkent av at vera stórt, breitt og sterkt.