mikudagur 15. august 2018
EftirStarv
EftirStarv er eldrafelagið hjá Starvsmannafelagnum.

Felagið er áhugafelag fyri starvsfólk, sum fyri aldur ella av øðrum orsøkum eru farin frá ella eru um at fara úr almennum starvi. Fólk sum eru 60 ár og eldri kunnu gerast limir.

EftirStarv varð sett á stovn 16. apríl 2010.
 
Á seinasta aðalfundi, 18. mars 2015 vóru 29 limir í felagnum.
 
Myndin omanfyri er av fráfarnu nevndini í Eftirstarvi: (frá vinstru) Ragnar C. Joensen, Inga Simonsen og Gunnleivur Dalsgarð.
 
Stígur hevur verið í virkseminum eina tíð, men arbeitt verður við at fáa gongd aftur á felagið. 
 
Spurningar um EftirStarvs kunnu stílast til: Jóhan Christiansen, tlf. 211289, t-postur:311289@olivant.fo