mánadagur 22. oktober 2018

Starvslesandi í Starvsmannafelagnum

 

Starvsmannafelagið søkir eftir starvslesandi til heysthálvuna 2017. Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey hava áhuga at fáa innlit í arbeiðsrætt og virksemið  hjá einum fakfelag í sambandi við lestraruppgávu ella lesnaðin sum heild.

 

Uppgávur

Sum starvslesandi verður høvuðsuppgávan at luttaka í arbeiðnum at gera eina vegleiðing um starvsfólkarætt til limirnar í Starvsmannafelagnum. Tú verður við til at loysa størri og smærri uppgávur, sum tørvur verður á. Dømi um slíkar uppgávur er at greina og lýsa rættarlig viðurskifti og gera kunnandi tilfar til heimasíðu felagsins. Tú verður við í dagliga arbeiðnum í felagnum og fært innlit í sáttmálasamráðingarnar, sum verða við landið og kommunurnar í heyst.

Umsøkjararnr eru vælkomnir í umsóknini at koma við ítøkiligum uppskotum til uppgávu ella verkætlan.

 

Førleikakrøv

Tann starvslesandi skal vera lesandi við hægri lærustovn og skal helst hava lokið í minsta lagi prógv á bachelor stigi. Av tí at arbeiðið verður av løgfrøðiligum slagi skal umsøkjarin helst lesa løgfrøði, og áhugi fyri arbeiðsrætti, serstakliga starvsfólkarætti, er ein fyrimunur. Onnur á líknandi útbúgvingum kunnu eisini søkja.

Tey, ið søkja, skulu hava góð samstarvsevni og vera hugagóð. Tað er ein fyrimunur, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og dámar at nýggjar avbjóðingar.

Umsøkjarar skulu eisini duga rímiliga væl at skriva føroyskt.

 

Setanartreytir

Starvið er skipað eftir somu treytum og reglum, sum eru galdandi fyri starvslesandi hjá landinum. Samsýning verður latin eftir nærri avtalu.

Starvstíðin er avmarkað til eina lestrarhálvu. Starvslesnaðurin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.

 

Umsókn

Umframt kontaktupplýsingar skal í umsóknini verða upplýst hvørja útbúgving umsøkjarin er í holt við, nær útbúgvingin ætlandi verður liðug og hvørjar arbeiðsroyndir umsøkjarin hevur.

Eisini skal umsøkjarin upplýsa hvussu hann hugsar sær, at starvslestrurin kann nýtast í samband við  útbúgvingina og hvørji øki ella mál hon ella hann serliga kundi hugsað sær, at fingið meira innlit í.

Umsókn, merkt ´starvslesandi´,skal sendast til:

 

Starvsmannafelagið

J. H. Schrøtersgøta 9

Boks 165

FO 100 Tórshavn

 

Ella við telduposti til:

 

starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo

 

 

Umsóknarfreistin er 16. juli. Miðað verður eftir, at seta ein starvslesandi fyri heysthálvuna 2017.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dánjal Højgaard, tlf. 289868.