mánadagur 24. september 2018
Semjan við Føroya Arbeiðsgevara um Posta og Føroya Tele frá januar 2013 - januar 2015
Undan jólum undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið semju um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta fram til 1. januar 2015.
 
 
 
 
 
Semjan er soljóðandi:
 
SEMJA
 
MILLUM
 
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG
OG
STARVSMANNAFELAGIÐ
 
 
Omanfyri nevndu partar eru í dag samdir um at leingja sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta til 1. januar 2015 við niðanfyri standandi broytingum.
 
 
1. Lønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:
Hin 1. januar 2013 1,13 %
Hin 1. januar 2014 1,89 %
 
2. Í § 25 í sáttmálanum fyri Føroya Tele og í § 24 í sáttmálanum fyri Posta verða vaktargjøldini broytt úr krónum til at vera prosentir av lønini, soleiðis:
 
Føroya Tele Vaktargjald I 12,88 % av lønarstigi 17
Vaktargjald II 25,76 % av lønarstigi 17
Posta Vaktargjald I 12,85 % av lønarstigi 18
Vaktargjald II 25,70 % av lønarstigi 18
 
3. Aftast í § 6, stk. 1 í báðum sáttmálunum verður sett inn soljóðandi orðing:
 
“Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum er valt til álitisfólk, verður longd við 1 mánaða soleiðis, at 1 mánaði verður lagdur afturat uppsagnartíðini, sum hvørt einstakt álitisfólk hevur vunnið sær.”
 
4. § 13, stk. 1 í báðum sáttmálunum verður orðað soleiðis:
 
“Føroya Tele/Posta rindar vegna starvsfólkið til eina eftirlønar- og/ella lívstryggingarskipan, ið Føroya Tele/Posta og Starvsmannafelagið kunnu góðkenna, tilsamans 15,5%/15% í eftirlønargjaldi og lívstrygging av tí til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn eftir lønarskalanum, men ikki av serstøkum gjøldum ella úrtíðargjøldum.”
 
5. Nøkur starvsfólk á Posta hava higartil fingið 3,5 % av eftirlønini útgoldin. Partarnir eru samdir um, at hetta útgjald skal broytast til eftirlønargjald soleiðis:
 
1. januar 2013 rinda starvsfólkini 3% í eftirlønargjaldi og 2,5 % verður útgoldið.
1. januar 2014 rinda starvsfólkini 4% í eftirlønargjaldi og 1,5% verður útgoldið.
1. januar 2015 rinda starvsfólkini 4,75% í eftirlønargjaldi og 0,75% verður útgoldið.
1. januar 2016 rinda starvfólkini 5,5% í eftirlønargjaldi og 0% verður útgoldið.
 
Tá eftirløn verður umroknað til løn verður hetta gjørt við lutfallinum 0,8.
 
6. Í § 14 í sáttmálanum fyri Føroya Tele verður sett inn sum nýtt stk. 4 soljóðandi orðing:
 
“Um starvsfólk, sum verða send á útoyggj at arbeiða, ikki sleppa heimaftur vegna veður, verður latin ein serviðbót á 500 krónur pr. byrjað døgn. Við útoyggj eru at skilja Mykines, Koltur, Skúvoy, Stóra Dímun, Fugloy og Svínoy.”
 
7. Sett verður inn í sáttmálan fyri Posta grein 21, stk. 5 aftast
“Áðrenn farið verður undir at gjalda vanliga løn aftur, skal starvsfólk hava havt høvi at hvíla í minst 6 tímar.”
 
8. Í § 26 í sáttmálanum fyri Føroya Tele og í § 25 í sáttmálanum fyri Posta verður sett inn soljóðandi nýtt stk. 2 (hini stykkini broyta nummar samsvarandi)
 
“Ein samd samstarvsnevnd kann taka avgerð um at leggja hálvar frídagar saman til heilar frídagar. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum frídegi, verður hetta lønt sambært stk. 3. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.”
 
9. § 31 í sáttmálanum fyri Posta verður broytt til at verða soljóðandi:
 
“Um starvsfólk metir tað neyðugt, kann tað heita á leiðsluna um at fáa rutur kontrolleraðar. Leiðslan skal innan 1 mánaða eftir áheitanina syrgja fyri at kontrolleringin er framd.”
 
10. Í § 33, stk. 3 í sáttmálanum fyri Føroya Tele og § 32, stk. 5 í sáttmálanum fyri Posta verður sett inn millum 1. og 2. setning henda orðing:
 
“Verður skúlagongdin uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, skal hetta gevast aftur í vanligum tímatali.”
 
11. Sum nýggj § 34 verður sett henda orðing inn í sáttmálan fyri Føroya Tele (verandi § 34 broytir nummar til § 35):
 
“ Hetta tal av starvsfólkum verða hildin uttan fyri luttøku í arbeiðssteðgi:
 
• 2 starvsfólk í Datatøkni
• 2 Starvsfólk í Byggideildini
 
Starvsfólkini á Føroya Tele, sum sambært hesi avtalu verða hildin uttanfyri arbeiðssteðg, kunnu bara verða sett at tryggja raksturin av skipanum, men ikki menning.
 
Í seinasta lagi 6 tímar eftir, at arbeiðssteðgur er lýstur, boðar Føroya Tele Starvsmannafelagnum frá, hvørji starvsfólk verða hildin uttan fyri arbeiðssteðgin.
 
Onnur undantøk kunnu verða givin, um Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd um hetta.
 
Umboð fyri Starvsmannafelagið sleppa undir arbeiðssteðgi inn á Føroya Tele at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært hesi avtalu, eru til arbeiðis”.
 
12. Í § 34 í sáttmálanum fyri Føroya Tele og í § 33 í sáttmálanum fyri Posta verður “1. januar 2011” broytt til “1. januar 2013” og “1. januar 2013” broytt til “1. januar 2015”
 
13. Í sáttmálanum fyri Posta verður fylgiskjal 3 strikað.
 
14. Partarnir eru samdir um soljóðandi protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin:
 
“Sum útgangsstøði eru partarnir samdir um, at yvirskipaða sosiala ábyrgdin liggur hjá landstýri og løgtingi. Samstundis er tilknýti hjá einstaka borgarinum til arbeiðsmarknaðin av stórum týdningi sosialt og sálarfrøðiliga.
 
Partarnir meta, at í einum vælskipaðum samfelag eiga allir arbeiðsførir borgarar at hava møguleika at átaka sær arbeiðsuppgávur, sum liggja innan fyri teirra førleikakarm. Tí hevur tað týdning, at so nógvir borgarar sum gjørligt koma á og vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.
 
Arbeiðsmarknaðurin má vera liðiligur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa arbeiði í boði gjøgnum alt arbeiðslívið uttan mun til førleika.
 
Partarnir eru samdir um at fremja starvssetanir av fólki við skerdum førleika. Hetta kann m.a. gerast so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði vera gjørt undir serligum treytum.”
 
15. Partarnir eru samdir um, at á Føroya Tele verður gjørd ein innanhýsis avtala um viðbøtur og onnur viðkomandi viðurskifti til starvsfólk, sum hava uppgávur innan offshore-vinnu.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Tórshavn, 13. december 2012
 
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag Fyri Starvsmannafelagið
 
 
 
Kristoffur Laksá Selma Ellingsgaard / Anna Johannesen
 
 
 
Marita Rasmussen Súni Selfoss
 
 
 
Niels á Reynatúgvu
 
 
 
Osvald Joensen
 
 
 
Hildigerð Djurhuus