mánadagur 24. september 2018
Nýggjur limur
Starvsmannafelagið hevur tvey sløg av limum. Vanligur limir og hvílandi limir.
 
Einasti munurin á vanligum og hvílandi limum er, at hvílandi limir hava ikki valrætt á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum og kunnu heldur ikki veljast í nevndina fyri Starvsmannafelagið.
 
Limir hava ein røð av rættindum, men hava eisini skyldur. Limaskapur kann nokast, um starvsfólkið hevur óloyst trætumál við annað yrkisfelag ella ímóti boðum frá yrkisfelag hevur átikið sær verkfalsrakt arbeiði (verkfalsbrótarar). Eisini kann nevndin í felagnum nokta fólki limaskap, um tey tilvitað hava arbeitt ímóti endamálinum hjá einum yrkisfelag.
 
Tað stendur fólki frítt, um tey vilja verða limir í einum fakfelag sum Starvsmannafelagnum, um tey annars lúka vanligu treytirnar fyri limaskapi. Vit hava felagsfrælsi. Gerast skal tó vart við, at limaskapur er fortreyt fyri at vera við í kollektivu samlagstryggingini hjá Starvsmannafelagnum í LÍV, sum er ein lívstrygging fyri limir og hjúnarfelaga/samliva hjá limi, ein trygging við hættisligar sjúkur hjá limi og børnum teirra og sum gevur rætt til eina lokaupphædd.
 
Vanligir limir
Tey, sum arbeiða í einum av sáttmálaøkjunum hjá Starvsmannafelagnum, hava rætt til vanligan limaskap í felagnum. Lærligar kunnu eisini vera limir.
 
Fólk, sum arbeiða uttanfyri sáttmálaøkini, kunnu eisini avtala við arbeiðsgevara sín, at tey skulu vera lønt eftir einum av sáttmálum felagsins, har eingin sáttmáli er frammaundan (undirtøkusáttmáli).
 
Fólk, sum gerast arbeiðsleys, eftir at hava arbeitt í sáttmálaøki Starvsmannafelagsins, kunnu halda fram sum vanligir limir, um tey boða skrivstovu felagsins frá hesum.
 
Limagjaldið er 1,5 % av grundlønini. Vanliga verður tað tikið automatiskt av mánaðarlønini, eftir at arbeiðsgevarin hevur fingið játtan fyri, at tú vilt vera ella er limur í Starvsmannafelagnum. Verður hetta ikki gjørt, skal tú boða arbeiðsgevaranum frá hesum, so at tað verður fingið í rættlag.
 
Tá tú ert nýggj(ur) í starvi, fært tú eitt setanarskriv við upplýsingum um, hvønn sáttmála og lønarflokk tú hoyrir til. Eisini eru upplýsingar um eftirløn og tryggingar, sum limirnir eru umfataðir av.
 
Avgerð tú, at vera limur í Starvsmannafelagnum fær felagið vanliga boð frá tínum arbeiðsgevara um, at tú ert limur í felagnum.
 
Tú fært sendandi eitt limakort, sum tú kanst brúka í sambandi við limatilboðini hjá felagnum.
 
Hvílandi limir
Fólk, sum gevast at arbeiða, fara í farloyvi eina tíð ella missa arbeiðið, kunnu vera skrásett sum hvílandi limir. Hetta gera tey við at boða skrivstovu felagsins skrivliga frá, at tey vilja vera hvílandi limir.
 
Hvílandi limaskapur kostar 100 kr. um mánaðin. Sum hvílandi limur kanst tú framhaldandi vera við í felags sjúkra- og lívstryggingini hjá Starvsmannafelagnum, Samlagstryggingini, við at gjalda 200 kr. um mánaðin í tryggingargjaldi. Spyr felagið hvussu hetta verður gjørt.
 
Í serligum kunnu fólk, sum hava verið í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum og sum fara í annað sáttmálaøki at arbeiða, fáa hvílandi limaskap. Spyr felagið nærri um hendan møguleikan, sum er viðkomandi fyri at varðveita atgongdina til Samlagstryggingina, hjá teimum, ið nærkast pensjónsaldri.
 
Tað er týdningarmikið at boða frá hvílandi limaskapi. Verður einki limagjald goldið, og felagið ikki fær nakra fráboðan, tá ið fólk gevast at arbeiða, gerast arbeiðsleyst ella fara í farloyvi, verður limskapurin strikaður.