mánadagur 22. oktober 2018
Hvat er harðskapur?
Harðskapur er ein gerð ella ein hóttan, sum kann gera seg inn á sjálvræðisrættin hjá einum persóni ella sum elvir til pínu, skaða ella ger viðkomandi bangnan – sama um tað eru børn ella vaksin. Harðskapur kann hava somu ávirkan á tey, sum eru vitni til harðskapin. Harðskapurin kann verða tilætlaður ella framdur í sinnisrørslu og fer út um samfelagsmørk, reglur og lógir.
 
Harðskapur kann vera:
Likamligur harðskapur: At verða sligin, bukað/ur, skumpað/ur, kastað/ur, ella har vápn ella onnur amboð eru brúkt.
Sálarligur harðskapur: Tá ið ein sjálvur ella børnini eru hótt við harðskapi, rópt eftir, stýrd, avbyrgd frá øðrum menniskjum og áhaldandi niðrað og funnist at.
Kynsligur harðskapur: At verða tvingaður at hava kynsligt samband ella vera við í kynsligum gerðum.
Fíggarligur harðskapur: At missa møguleikan at nýta sín egna pening ella at hava pening til mat og annað grundleggjandi.
Materiellur harðskapur: At verða fyri, at ognarlutir verða oyðilagdir.
 
Aloftast er talan um eitt mynstur av valdsatburði, heldur enn einstakar hendingar. Tað merkir, at harðskapur í parlagi og nærsambondum kann vera ein samanseting av ymiskum atburði, ið ikki altíð er opinlýstur harðskapur ella beinleiðis lógarbrot.
 
 
 
Kelda: Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum / Greining hjá Voldsnetverket í Servicestyrelsen, 10. februar 2011.