lørdag 24. februar 2018
Lívið skal eisini livast undir arbeiðsloysi
 
 
Vrakað, útblakað, tveitt á dyr, sparkað í reyvina – ja, heitini eru eins mong og kenslurnar, tá tú verður søgd úr starvi.
 
Her eru fimm góð ráð, sum tú kanst hava í huga, tá tú skalt fóta tær aftur eftir uppsøgn.
 
Reagera. Gev pláss fyri kenslum og tankum. Eisini teimum keðiligu, løgnu og óhóskanadi. Grát, flenn, skelda og leika í. Alt er normalt og loyvt, tá vit kenna, at lívsgrundarlagið verður skrykt undan okkum og vit fullkomiliga missa fótafestið.
 
Tosa. Deil tínar tankar við onnur, so tit fáa eitt felags forstáilsi fyri tí, sum er hent. Fortél somu søgu upp í saman, so ofta, sum tørvur er á tí. Ofta er hetta hin besti hátturin at fóta sær eftir ógvusligar upplivingar og stóran mótgang.
 
Út. Far út millum fólk. Tú hevur brúk fyri at hoyra aðrar áskoðanir. Vandin við isolatión er, at tankarnir koyra í tómgongd. Tað er ein orsøk til, at isolatiónsfongsling verður samanborin við tortur.
 
Møt. Hóast tað kann vera freistandi at doyva teg við rúsdrekka, heilivági ella ovurvirksemi, skalt tú royna at síggja veruleikan og truplu støðuna í eyguni. Tekur tú ikki støðuna í álvara, kanst tú vera vís í at fáa enn fleiri trupulleikar.
 
Takka. Tak ímóti hjálp frá øðrum. Ikki billa tær inn, at tú klárar alt sjálv. Gev eisini tínum nærmastu pláss fyri at reagera.
 
Kelda: “Kom på benene igen” eftir Rikke Høgsted, psykologur, og Thomas Middelboe, psykiatari
 
 
--
 
 
Arbeiðsloysi uttan tunglyndi
 
 
 
Hjá teimum flestu kennist tað sum eitt stórt niðurlag at missa starvið. Men arbeiðsloysi nýtist ikki at gerast ein stórur persónligur niðurtúrur.
Tá tú missur starvið, ert tú brádliga í vanda fyri at enda í bólkinum, sum oftari verður raktur av tunglyndi. Les her, hvussu tú kanst forða fyri tunglyndi og varðveita lívshugin.
  
1. Meiningsfult meiningsloysi
Í okkara mentan er tað soleiðis, at arbeiði gevur tilveruni meining. Saknar tú hetta, mást tú finna okkurt annað, sum gevur meining og innihald, so tú ikki bara fatar teg sum arbeiðsleysa/n. Tað kann vera sjálvboðið arbeiði innan ítrótt, politikk, vælgerandi endamál ella í einum øðrum felagsskapi. Hjá summum er tað eisini nóg mikið at fáast við persónligar verkætlanir, sum tey altíð hava droymt um at fáa tíð til, eitt nú at mála, spæla tónleik, sjónleik ella annað.
 
2. Føl, at tú livir
Tað snýr seg um at gera alt fyri at endurskapa lívshugin og -gleðina. Tak støði í slíkum, sum tú vanliga hevur góðan hug til – okkurt, sum vanliga ger teg glaða/n. Til dømis at íðka ítrótt, spæla við børnini, fara á útferð ella til konsert.
 
3. Koyr á við umsóknunum
Arbeiðsloysi er ringasti fíggindin hjá humørinum. Tí skalt tú sjálvandi raðfesta at søkja nýtt starv fram um alt annað.
 
4. Onki Harmaljóð
Hóast fólk royna at ugga og taka synd í tær, so kann tað eisini blíva ov nógv av tí góða. Sig við vinfólk og onnur, at tú nokk skalt siga frá, um tú fært brúk fyri hjálp.
 
5. Halt fram við sosiala lívinum
Tá tú søkir arbeiði, er tað uppaftur meira umráðandi, at tú sært vinfólk og hugnar tær sum vanligt. Tosa við tey um alt tað stuttliga, og ikki um tína støðu sum arbeiðsleys.
 
6. Hvør ert tú?
Arbeið við tær sjálvum/sjálvari. Fyrst og fremst skalt tú síggja teg sjálva/n sum arbeiðssøkjandi og ikki sum arbeiðsleysa/n. Ver forvitin og uppsøkjandi. Brúka gerandisdagarnar til at søkja arbeiði ella at fyrireika teg til arbeiðsmarknaðin aftur. Dagurin skal líkjast einum vanligum arbeiðsdegi, har tú sjálvandi hevur meira frælsi.
 
7. Sig tað fyri øllum
Hóast tú ikki skalt dyrka heitið sum arbeiðssøkjandi, so skaðar tað ikki at siga við fólk, at tú leitar eftir arbeiði. Minst til, at tey flestu finna starv við at tosa við fólk, bæði kend og ókend. Næstan øll, sum søkja starv, skamma seg. Tað skalt tú ikki! Um fólk spyrja, hvat tú gjørt, skalt tú svara “Eg eri arbeiðssøkjandi – fortél mær, hvat tú gjørt?” Fólk elska at onnur eru áhugað í tí, sum tey gera, og hetta prátið kann vera byrjanin til eitt starv fyri teg.
 
8. Far út
Nógv arbeiðsleys uppliva, at tey koma ikki víðari, tá tey sita heima við skrivaraborðið og skriva umsóknir. Leita tær eftir øðrum hølum, har tú kanst sita og søkja starv frá. Til dømis á bókasavninum, einum skúla, hjá fakfelagnum ella aðrastaðni.
 
9. Tøk men...
Summi arbeiðsleys uppliva, at vinfólk og onnur spyrja, um tú kanst ansa børnum og líknandi. Tey hugsa kanska, at tú hevur frí, so tað man ikki bila. Ansa eftir, at slíkt ikki vindur upp á seg, tí tú skalt eisini hava tíð til at røkja fulltíðararbeiði at søkja arbeiði.
 
Kelda: Bo Netterstrøm, yvirlækni á medisinsku arbeiðsumhvørvisdeildini á Bispebjerg Hospital og Nynne Lykke Christensen, leiðandi ráðgevi hjá DJØF, fakfelag fyri akademikarar og skrivstovufólk.
 
.