týsdagur 16. oktober 2018
Meiri sjúkufrávera undir vánaligari leiðslu
Hetta vísir ein kanning frá AMI (Arbejdsmiljøinstituttet), har 5357 fólk tóku lut.
 
Serliga eru kvinnurnar í vanda fyri at gerast langtíðarsjúkrameldaðar undir vánaligari leiðslu. Her er størsti trupulleikin, at tær kenna seg ikki tiknar í álvara, tá tær eru ónøgdar við eitthvørt í starvinum. Eisini er tað tyngjandi, um leiðslan ikki megnar at loysa tvístøður.
 
Mannfólk verða hinvegin oftast langtíðarsjúkir, um starvið krevur, at teir skulu krógva kenslurnar. Sum dømi verður handilsvinnan nevnd, eitt nú,tí har kunnu teir ikki loyva sær at geva ófantaligum kundum aftur av somu skuffu.
 
Drúgvar sjúkumeldingar, hetta eru tær yvir seks vikur, hava ikki bert stórar menniskjaligar avleiðingar, men eru eisini dýrar fyri samfelagið.
 
Roknað verður við, at 50 prosent av langtíðarsjúkrameldaðum enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin.