sunnudagur 19. august 2018
7 góð ráð um slatur á arbeiðsplássinum
 
Heimspekingurin Sokrates minti okkum á hetta: ”Áðrenn vit tosa um onnur fólk, eiga vit at hugsa um hettar: Er tað gott? Er tað sannleiki? Og er tað neyðugt?"
 
 
Ja, slatur kann elva til nógvan mistrivnað og misskiljingar millum fólk, men er samstundis eisini stimbrandi fyri samskifti millum fólk. Serliga á arbeiðsplássinum eiga vit at vera varug við, um slaturin einans er negativur, tí tá hevur tað bara ilt við sær. Men sum sagt er slatur ikki bert av tí illa. Tað kann geva luft fyri ørkymlan, og endamálið kann eisini vera gott og uppbyggjandi. Setur tú teg sjálva/n uttanfyri tann felagsskapin, kanst tú lættliga gerast næsta offur, tí hini tíma ikki, at summi eru so frelst, at tey seta seg sjálvi uttanfyri ella omanfyri fjøldina.
 
 
7 góð ráð um slatur á arbeiðsplássinum
 
Ger tær greitt, hvat tú vilt bera víðari
Hav virðing fyri, at fólk hava ymisk mørk fyri slatri
Heldur tú, at støðið á slatrinum er ov lágt, mást tú taka tað upp við starvsfelagarnar
Hoyrir tú nógv negativan slatur, sum kanska minnir um happing, eigur tú at taka málið upp við álitisfólkið
Hevur tú onki álitisfólk, far so beinleiðis til leiðsluna
Tá tú ert nýggj/ur á arbeiðsplássinum, skalt tú lurta eftir slatrinum og annars vera óheft
Minst til , at tú setir teg uttanfyri ella omanfyri hini, um tú ikki onkursvegna luttekur í slatrinum