sunnudagur 16. desember 2018
Uppsøgn
 
Spurningur: Hvat er eitt ætlanarskriv?
 
Svar: Tú fært eitt ætlanarskriv, um arbeiðsgevarin ætlar at siga teg úr starvi ella at gera broytingar í starvinum. Í ætlanarskrivinum skal grundgevast fyri ætlanini, og tú hevur 14 dagar freist at koma við viðmerkingum til ætlanina. Set teg altíð í samband við felagið og álitisfólkið, um tú fært eitt ætlanarskriv!