mikudagur 19. desember 2018
Nógv at spara við minni sjúkrafráveru
Sjúkrafráveran á føroyska arbeiðsmarknaðinum er eitt evni, sum vit millum lítið og onki vita um. Hvussu nógvar dagar eru føroyingar burturfrá arbeiði og hví? Hvussu kunnu vit minka sjúkradagatali? Og hvat kostar tað samfelagnum, tí einstaka og fyritøkum at hava sjúk fólk í starvi?
 
Løgið er tað, at ongin hevur granskað í hesum, tí sjúkrafráveran hevur alstóran týdning, bæði fyri trivnaðin hjá tí einstaka og hjá fyritøkuni. Hagtøl aðrastaðni vísa, at ein triðingur av øllum sjúkradøgum eru vegna strongd.
  
Í grannalondum okkara er sjúkrafrávera eitt, sum nógv verður gjørt burturúr. Bæði fyri at minka um stuttu sjúkralegurnar, og, ikki minst, fyri at fyribyrgja drúgvu tíðarskeiðini, har starvsfólk eru burturfrá vegna sjúku.
 
Eitt nú kunngjørdi danska stjórnin eina virkisætlan um sjúkrafráveru í 2009, umframt at hon er farin í samstarv við partar­nar á arbeiðsmarknaðinum, til tess at minka sjúkrafrá­ veruna.
 
Kanningin staðfestir, at danskar fyritøkur kunnu spara einar 3 milliardir krónur, ella 16.000 fulltíðarstørv, um miðal sjúkradagatalið minkar við einum degi árliga fyri allan arbeiðsmarknaðin. Vanliga verður sagt, at donsk tøl skulu býtast við 100 fyri at svara til føroysk viðurskifti.
 
 
16.000 starvsfólk
Danska blaðið Børsen greiddi frá um kanning um sjúkrafráveru, tá virkisætlanin kom út. Har verður staðfest, at sjúkrafrávera hevur nógv­ar útreiðslur við sær. Bæði fyri einstaka starvsfólkið, fyritøkurnar og fyri sam­felagið sum heild.
 
Minkar sjúkradagatalið, kunnu fyritøkur spara nógv­ av peningi, umframt útreiðslur til avloysarar, minkandi góðsku og fram­leiðslu. Sagt verður millum annað, at danskar fyritøkur kunnu spara einar 3 milli­ardir krónur árliga, um mið­al sjúkradagatalið fyri alt landið minkar við einum degi.
 
Sambært tølum frá Danica Pension verður framleiðslan meint rakt av sjúkrafráveru, tí hvør sjúkradagur í samlaða starvsfólkahópinum svarar til 16.000 fulltíðarsett starvs­fólk í landinum.
 
 
Hægri innan tað almenna
Sjúkrafráveran er hægri millum starvsfólk innan tað almenna. Sambært tølum frá Danmarks Statistik, eru starvsfólk hjá tí almenna í meðal sjúk í 11 dagar árliga, meðan tey á privata arbeiðsmarknaðinum leggja seg sjúk átta dagar árliga.
 
Ein orsøk til hendan ójavnan er, at talan er um tveir rættiliga ymiskir arbeiðsmarknaðir. Heilsufólk og líknandi kunnu ikki fara til arbeiðis, um tey kenna seg ússalig, tí tey kunnu smitta sjúklingarnar, sigur Henrik Holt Larsen, professari við Institut for Organisation, Copenhagen Business School, CBS við Børsen.
 
Men burtursæð frá hes­um er fráveran í stóran mun tengd at sálarliga trivnaðinum á arbeiðsplássinum, sigur Henrik Holt Larsen. Her hevur ein góð leiðsla størstan týdning, meðan samstarvsandi, umhvørvi, happing og sjikana eisini ávirkar fráveruna.
 
 
Leiðslan hevur ábyrgd
Hann heldur, at tað veldst altíð um einstaka málið, hvussu arbeiðsgevarin skal reagera í sambandi við eina sjúkramelding.
- Til dømis skal bankafólkið, sum hevur verið fyri einum ráni, ikki sendast heim við einari sjúkramelding. Harafturímóti skal leiðslan viðgera ítøkiligu støðuna og finna uppgávur til starvsfólkið, til tað er kemur upp undan aftur, sigur Henrik Holt Larsen.
 
Hann heldur ikki, at leiðslurnar skulu spara upp á heilsufremjandi tiltøk á arbeiðsplássinum.
- Serliga nú kreppa er, hava vit tørv á at kanna og røkja framleiðslutólini, eisini tey menniskjaligu. Tað vil siga kropsligu og sálarligu støðuna hjá fólki, so vit klára okkum sum best undir kreppuni, sigur hann.
 
 
.