mánadagur 22. oktober 2018
Álitisfólkið
 
Spurningur: Hvussu kann eg sum limur fáa gagn av álitisfólkinum?
 
Svar: Álitisfólkið er millumliðið millum teg, leiðsluna og felagið. Álitisfólkið tryggjar, at sáttmálin verður hildin og at tú hevur rætt til at verða hoyrd, eitt nú í sambandi við ávaringar og uppsagnir. Vend tær til álitisfólkið, um tú hevur trupulleikar.
 
--
 
Spurningur: Hvat ger eitt álitisfólk?
 
Svar: Álitisfólkið er starvsfólkaumboð og millumlið millum felagið og leiðsluna á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið skal vera við í teimum broytingum, sum henda á arbeiðsplássinum, tala søkina hjá starvsfólkunum, og hevur rætt til at vera við í tilgondini, um avgerandi broytingar fara fram á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið ansar eftir, at lógir og reglur og fyriskipanir verða hildnar. At vera álitisfólk er bæði læruríkt og spennandi. Men tað kann eisini vera ein persónlig avbjóðing at finna javnvágina millum starvsfólk og leiðslu, tá ið trætur og ósemjur eru. Av tí, at álitisfólkasessurin er so útsettur, hava álitisfólk serligar starvstreytir og longri uppsagnartíð. Við samráðingarnar í 2010 fingu vit við í sáttmálan, at uppsagnartíðin hjá álitisfólki er 3 mánaðir oman á uppsagnartíðina, sum viðkomandi hevur innvunnið.
Les meira um leiklutin og uppgávurnar hjá álitisfólkinum í greinunum 2, 3, 6 og 28 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fríggjarmálaráðið.
 
--
 
Spurningur: Hvussu kann eg gerast álitisfólk?
 
Svar: Tit skulu vera í minsta lagi tríggir Starvsmannafelagslimir á arbeiðsplássinum fyri at kunnavelja tykkum eitt álitisfólk. Starvsfólkini velja álitisfólk á einum starvsfólkafundi. Tað er umráðandi, at tit tryggja, at øll fáa møguleika fyri at stilla upp til álitisfólkaval. Eitt álitisfólk skal vera í fullum starvi og hava arbeitt á staðnum í minsta lagi í eitt ár.
 
--
 
Spurningur: Hvussu er leikluturin, tá ið ovasta leiðslan hevur samrøður við starvsfólk?
Í hesum førinum er talan um eitt starvsfólk, sum hevur trupulleikar av samstarvinum við ein ávísan deildarleiðara. Nú ætlar ovasta leiðslan at koma inn til kjarnuna í málinum, finna útav hvørjir trupulleikar eru við deildarleiðaranum og fer tí at hava persónligar samrøður við hvørt einstakt starvsfólk. Men skal álitisfólkið vera við tá ella hvat?
 
Svar: Um leiðslan hevur samrøður við starvsfólk, er ikki krav, at álitisfólkið skal vera til staðar. Hetta er bert galdandi, um ætlanin er at geva starvsfólkið eina ávaring.
Men álitisfólkið kann hava ein virknan leiklut í at finna fram til, hvat samstarvstrupulleikarnir snúgva seg um, og vera viðvirkandi til at fáa trupulleikarnar loystar.
 
 
.