mikudagur 19. desember 2018
 
 
Visti tú?
Sambært kanning hjá IKEA halda danir, at sosialu karmarnir hava størstan týdning fyri eitt gott arbeiðslív.
59 % siga, at góð viðurskifti millum starvsfelagarnar hevur alstóran týdning fyri arbeiðsgleðina.
41 % siga eisini, at tónin millum starvsfólkini hevur alstóran týdning.
Góði starvsfelagin
 
Góðir starvsfelagar hava álit á og virða hvønn annan.
Góðir starvsfelagar síggja heldur styrkir enn veikleikar hjá hvørjum øðrum.
Góðir starvsfelagar geva pláss fyri ymiskleika og læra av hvørjum øðrum.
Góðir starvsfelagar vísa ábyrgd og trúfesti móti hvørjum øðrum.
Góðir starvsfelagar bera ikki negativan slatur.
Góðir starvsfelagar fara til rætta viðkomandi við ónøgdsemi.
Góðir starvsfelagar lætta um gerandisdagin hjá hvørjum øðrum við skemti og einum løttum, óhátíðarligum tóna.
 
 
Vit eru saman við starvsfeløgum okkara meginpartin av ljósu tímunum á degnum. Tí skulu vit hava tað gott saman á arbeiðsplássinum.
Eitt ótal av kanningum snúgva seg um júst hetta: Hvat er ein góður starvsfelagi?
 
Øll taka undir við, at ein siðiligur tóni er sera umráðandi fyri trivnaðin á arbeiðsplássinum. Og at trivnaðurin er eitt hitt týdningarmesta í øllum arbeiðslívinum.
 
Tilsamans umboða vit nevniliga øll somul sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá hvørjum øðrum!
 
Men hevur tú hugsað um, hvat skal til, fyri at júst tú verður tann, sum hini starvsfólkini helst vilja møta framman fyri kaffimaskinuni?
Tá leiðslur og starvsfólk verða spurd, hvat eyðkennir tað góða starvsfólkið, kunnu vit savna svarini í trimum: Ábyrgdarkensla, loyalitetur og initiativ.
  
Tú kanstspyrja teg sjálvn/n?
- Vísi eg mína ónøgd við arbeiðsplássið úti millum fólk ella hjá rætta viðkomandi á arbeiðsplássinum?
- Vísi eg mítt nøgdsemi og viðurkenni eg mínar starvsfelagar, tá teir hava uppiborið tað?
- Eri eg gávumild/ur við at geva starvsfeløgum góð ráð og vitan, sum eg siti inni við?
 
Góður starvsfelagsandi gagnar ikki einans trivnaðinum á arbeiðsplássinum. Hann er eisini avgerandi fyri, um arbeiðsplássið virkar og fær tikið av teimum avbjóðingum, sum stinga seg upp á tí marknaði, sum virkað verður á.
 
Ein sjúk starvsfólkamentan er eyðkend av illtrúgv og “vit-móti-hinum” hugburði. Her verður orkan og tilfeingið brúkt til at leita eftir syndabukkum, í staðin fyri at fokusera upp á tað uppbyggjandi.
 
Fá gott samband við tínar starvsfelagar:
1. Lær teir at kenna. Vís áhuga fyri teirra lívi, børnum, frítíðarítrivum o.s.fr.
2. Brúka tíð upp á tínar starvsfelagar. Gott samstarv krevur, at tú av fullum huga gevur teg til felagsskapin og ikki byrgir teg inni.
3. Fylkist um tað positiva. Eingin fær nakað burtur úr at vera við í einum grenjibólki.
 
 
.