mikudagur 15. august 2018
Fakta um stress
 
Vit verða stressað, tá vit koma í støður, har arbeiðstrýst, krøv og væntanir ikki eru í trá við førleikar, tilfeingi ella møguleikarnar at røkja uppgávurnar.
 
Stress er ikki eitt tekin um dovinskap ella veikt sinni.
 
Stress kann raka ein og hvønn - og ofta, tá vit minst av øllum vænta tað.
 
Flest øll uppliva stress fyrr ella seinni. 
 
Stress merkir ikki, at tú hevur nógv um oyruni. Tú kanst hava úr at gera, uttan at verða stressað. Eisini kanst tú fáa stress, hóast tú ikki hevur nógv um oyruni. Til dømis er stress sera vanligt millum arbeiðsleys. 
 
Stress er ikki altíð negativt. Í útgangsstøðinum er tað ein sunn reaktión. Kroppurin reagerar við stressi, so vit skulu vera før fyri at reagera upp á hóttanir og vandar.
 
Munur er á fruktagóðum og uppbyggjandi stressi, og stressi, sum dregur niður og fær teg at brenna út, í staðin fyri at brenna fyri!
 
Stress kann vera akutt ella kroniskt. Dregur tað út, verður tað heilsuskaðiligt.
 
Stressreaktiónin er hin sama, óansæð um orsøkin er gangur, kuldi, arbeiðstrýst, krevjandi arbeiðstíðir, ov høg krøv, ósemjur, ógreið kunning ..o.s.fr.
 
Stress er ikke ein fólkasjúka, men avleiðingarnar av stressi er ein vaksandi fólkaheilsutrupulleiki.
 
Er tú stressað/ur yvir eitt langt tíðarskeið, kann tað elva til álvarligar heilsuskaðar, bæði kroppsligar og sálarligar. VIt kunnu nevna æðrakálking, blóðtøpp, høgt blóðtrýst, diabetes, migrenu, psoriasis, misnýtslu, angist og tunglyndi.
 
Stress verður vandamikið, um kroppurin ongantíð fær hvíld, men altíð er á varðhaldi.
 
Vanligt stress, sum gongur yvir skjótt, kann styrkja verjuskipanina, meðan støðugt stress hinvegin niðurbrýtur verjuskipan kropsins. 
 
Stress fer ikki burtur bara soleiðis, men krevur miðvísa og áhaldandi viðgerð.