mikudagur 19. desember 2018
Happing
Hvat er happing?
Happing er, tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir longri tíð útseta ein ella fleiri aðrar persónar fyri vanærandi gerðum, sum viðkomandi fatar sum særandi ella vanvirðandi.
Happarin er valdsmiklari enn happaði, sum ikki fær vart seg.
Vanlig arging, einstakar ósemjur ella niðrandi hendingar eru ikki happing.
Ofta ætlar happarin ikki at særa ella at vera óndsinnaður. Heldur er talan um tankaloysi ella misskiljingar. Serliga, um arbeiðsplássið ikki hevur mannagongdir fyri at loysa ósemjur.
 
 
Hvør hevur ábyrgdina av happing á arbeiðsplássinum?
Leiðarin hevur ábyrgdina, um happing er á arbeiðsplássinum.
Leiðarin setur støðið fyri, hvør atburður verður góðtikin og ikki.
MEN starvsfelagar mugu ikki vera tigandi vitni til happing - tá gerast teir partur av happingini.
Tað er ein felags uppgáva at fyribyrgja og basa happing.
 
 
Hví er happing á arbeiðsplássum?
Sambært lóg um arbeiðsumhvørvi stendst happing av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
Tað er mentanin á arbeiðsplássinum, sum loyvir happing at fara fram.
Happing er vanligari á arbeiðsplássum, har trivnaðurin frammanundan er undir trýsti, eitt nú í sambandi við sparingar og størri broytingar.
Vánaligt samskifti og vantandi kunning, ógreitt virðisgrundarlag og leysir normar kunnu eisini hava happingarmentan við sær.
 
Happað verður í øllum vinnum. Men oftast í vinnum, har tónin vanliga er harður. Eisini er meiri happing á arbeiðsplássum, har starvsfólkini hava lítla virðing fyri leiðsluni, og har tey kenna seg at hava lítla ávirkan, ábyrgd og møguleikar fyri persónligari menning.
 
Vandin fyri happing er størstur á smáum arbeiðsplássum, tí ofta eru ongar fastar skipanir at regulera atferðina hjá arbeiðsgevaranum. Eisini er tann happaði einsamallari, enn á einum stórum arbeiðsplássi.
 
Felags fyri arbeiðspláss, har happing fer fram, er, at tey hava veika ella harðrenda leiðslu.
 
 
Hvør verður happaður?
Summi starvsfólk er í størri vanda fyri at verða happað enn onnur. Serliga..
.. dugnalig starvsfólk
.. nýggj starvsfólk
.. starvsfólk, sum hava starvið, sum onkur annar kundi hugsað sær
.. starvsfólk, sum hava ein leiðara við minnilutakenslum
.. starvfólk, sum halda upp á sítt og ikki vilja gera neyðsemjur
 
 
Hvørjar eru avleiðingarnar av happing?
Persónliga avleiðingin av at verða happað er fyrst og fremst, at happingin miðvíst niðurpínur tína sjálvsvirðing.
Hugurin at fara til arbeiðis minkar ella hvørvur.
Tú byrgir teg inni og luttekur ikki í sosialum tiltøkum á arbeiðsplássinum.
Familja og vinfólk verða ávirkað, serliga heima við hús.
Tú kanst koma í álvarsliga, persónliga kreppu, fáa tunglyndi, strongd ella fáa aðrar álvarsligar sálarligar skaðar.
Í ringasta føri kann happing elva til sjálvmorðstankar og sjálvmorð.
 
Arbeiðsplássið verður eisini ávirkað av happingini.
Starvsfólk tora ikki at finnast at leiðsluni.
Trivnaðurin minkar.
Sjúkrafráveran økist.
Framleiðslan og úrtøkan minkar.
Tænastustøðið minkar.
Útskiftingin av fólki er stór.
Starvsfólk smatta um hvønn annan fyri leiðsluni.
 
 
Hvussu koma vit happing til lívs?
Hóast leiðslan hevur evstu ábyrgdina, er happing ein felags uppgáva.
Starvsfólk, sum koma fram á happing, eiga at venda sær til leiðsluna, sum skal taka málið í álvara.
Leiðarin skal práta við báðar partar - happaða og happara - hvør í sær!
Eisini skal leiðslan práta við vitni til happingina. Álitisfólk/trygdarumboð skulu helst vera til staðar.
Umráðandi er at lurta væl, seta orð á, fáa ítøkiligar hendingar og tilburðir fram í ljósmálan.
 
Verður happing staðfest, skulu leiðsla og arbeiðsfelagar gera eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu happingin verður handfarin. Hetta kann vera í samstarvsráðnum ella í trygdarnevndini. Happaði og onnur starvsfólk skulu kunnast um ætlanina.
Endamálið er, at happingin verður steðgað. Eydnast tað ikki, kann serfrøðingur verða boðsendur. Tað kann eitt nú vera konfiktmeklari, mediator ella sálarfrøðingur.
 
Er leiðarin partur av trupulleikanum, kunnu starvsfólk venda sær til starvsfólkadeildina og/ella álitisfólk/trygdarumboð. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til fakfelagið.
 
 
Hvussu fyribyrgja vit happing á arbeiðsplássinum?
Tað er umráðandi, at øll starvsfólk kenna tað sum sína skyldu at hava ein góðan tóna á arbeiðsplássinum.
Harðnar tónin, ella eru hendingar, sum benda á happing, er týdningarmikið at steðga tí beinanvegin.
Ein sjónlig og væl skikkað leiðsla virkar eisini fyribyrgjandi móti happing.
Arbeiðsplássið eigur at hava ein greiðan starvsfólkapolitikk við tilbúgving í sambandi við happing. Bara tað, at hugtakið happing er ein veruleiki millum fólk er í sjálvum sær fyribyrgjandi.