fríggjadagur 25. mai 2018
Reglugerð fyri leigu av hølum Starvsmannafelagsins
   
1.
Hølini kunnu útleigast til limir og onnur.
 
2.
Farast skal væl um hølini. Tey skulu sjálvandi latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað.
Endurgjald verður kravt fyri møguligar skaðar á innbúgv og útbúnað.
 
3.
Hølini verða útleigað til hesi endamál:
Fundir og tiltøk
Fundir og tiltøk við samkomu aftaná
Framsýningar
Framførslur (tónleikur, sjónleikur o.a.)
Veitslur o.l., tó ikki til ungdómsveitslur
  
4.
Øll útgerð, sum er í hølunum, er roknað upp í leigukostnaðin.
Útgerðin má ikki verða tikin út úr húsinum.
 
5.
Leiguprísir fyri limir:
Styttri fundir ella tiltøk 375,00 kr.
Vanlig heildagstiltøk, fundir o.l. 750,00 kr.
Vanlig samdøgurstiltøk 1.500,00 kr.
 
Leiguprísir fyri tey, ið ikki eru limir:
Styttri fundir ella tiltøk 1.000,00 kr.
Vanlig heildagstiltøk, fundir o.l.  2.000,00 kr.
Vanlig samdøgurstiltøk  4.000,00 kr.
 
Limir leiga hølini fyri serprís. Skipa limir fyri fakligum tiltøkum ella fundir, verður ongin leiga tikin.
Bílegging av hølunum fer fram á skrivstovu felagsins.
 
6.
Tey, sum leiga hølini, hava skyldu til at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan Sí leiðbeining, ið liggur á heimasíðini, og annars verður latin, tá lykilin verður heintaður á skrivstovuni. Leigarin verður ábyrgdaður, meðan leigutíðin er.