leygardagur 20. apríl 2019
Politikarar opnir fyri 37 tíma arbeiðsviku
Politikarar opnir fyri 37 tíma arbeiðsviku

01. apríl 2019 - kl. 11:00


KJAKFUNDUR: Eingin av teimum fimm politisku flokkunum á tingi, sum vóru umboðaðir á pallborðsfundinum hjá Starvsmannafelagnum fyrr mánaðinum vóru beinleiðis avvísandi fyri, at arbeiðsvikan kann verða skerd við lóg úr 40 niður í 37 tímar. Framsókn og Fólkaflokkurin leggja tó dent á, at hetta fyrst og fremst er eitt mál fyri arbeiðsmarknaðin at gera av, og Tjóðveldi vil hava meira at vita um avleiðingarnar.

Kári Mikkelsen, journalistur
Punktum.fo


Fyri 40 árum síðani samtykti Løgtingið eina lóg, ið avmarkaði arbeiðsvikuna niður í 40 tímar, sum mest loyvda tímatal fyri vanliga løn. Flestu fakfeløg hava tó ásetingar um arbeiðsvikuna í sínum sáttmálum. Og í nógvum sáttmálum liggur arbeiðsvikan um 39 tímar.

Eins og í valárinum 2015 fer Starvsmannafelagið til hetta løgtingsvalið at velja sær nøkur løntakaramál, sum felagið metir hava serligan týdning fyri limirnar, og sum flokkarnir sleppa at taka støðu til.

Eftir aðalfundin í Starvsmannafelagnum 9. mars var almennur kjakfundur í Smæruni, har eitt av hesum kjarnumálum var til kjak. Tað var spurningurin um. hvat flokkarnir halda um at lækka lógarásettu arbeiðsvikuna úr 40 tímum niður í 37 tímar.

Fimm av sjey flokkum vóru umboðaðir. Sjálvstýri og Sambandsflokkurin møttu ikki.

 

Líka fyri lógini

Jensi av Rana, formaður í Miðflokkinum, sær fleiri fyrimunir við at lækka arbeiðsvikuna.

 

- Eitt gott argument fyri at minka tímatalið er, at nøkur hava longu gjørt tað, og hetta skapar ein ójavna, sum ikki er í lagi. Man eigur ikki at samráða seg til at minka arbeiðsvikuna. Vikan er longu skerd hjá summum, og hetta eigur at verða rættað, so øll eru á sama støði, tí annars skapar tað ein ójavna, sum ikki er í lagi. Vit síggja tað eisini í barsilsskipanini, har summi hava lukrativar skipanir, meðan onnur ikki hava. Og tað er altíð tey á niðastu rókum, sum koma at vera við sviðið so. Samfelagið er sera nógv broytt, og tey ungu í dag hava avgjørt meira brúk fyri tíð til síni børn, enn vit kanska høvdu, tí børnini krevja meira í dag. Vit hava bygt samfelagið soleiðis upp, at foreldrini eru fult upptikin at fara við sínum børnum til alt møguligt. So eg unni teimum at fáa 3-5 tímar styttri arbeiðsviku, og sum samfelag hava vit ráð til tað. Eg trúgvi, at vit fáa meira vælferð, tí arbeiðsgevarin fær betri nøgd fólk til arbeiðis, og tað verður meira tíð til børnini. Tað skulu vit hava í huga, segði formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana.

 

Mál fyri arbeiðsmarknaðin

Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, tekur hinvegin ikki undir við at lækka arbeiðsvikuna við lóg. Hetta má vera eitt mál fyri arbeiðsmarknaðin.

 

 

- Fyri langari tíð síðani hevur onkur sagt, at vælferð og arbeiðavrik hanga óloysiliga saman. Hetta mugu vit minnast til, tá tosað verður um at minka arbeiðsvikuna. Rákið í samfelagnum er, at man vil minka um arbeiðstíðina, sjálvt um tað átti at verið púra greitt, at hetta fer at bera í sær minni vælferð. Fólkaflokkurin er ikki fyri at fara inn og gera hesa broytingina við lóg, men ber til at fáa eina semju um at gera tað, so eru vit fult við upp á at broyta lógina. Annars er tað at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Tað fer jú at hava eina lønarbroyting við sær. Verður tað soleiðis, sum fakfeløgini skjóta upp, at hesir 37 tímarnir geva tað sama sum 40, so gongur tað út yvir arbeiðsgevaran. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eigur at loysa. Tað átti at verið rímuliga lætt at gjørt hesa semjuna, og síðani lata Løgtingið gera lógarbroytingina, segði Joen Magnus Lamhauge. 

Ruth Vang, løgtingskvinna, umboðaði Framsókn. Hon segði seg væl skilja ynskið um lægri arbeiðstíð, men eisini hon legði dent á, at hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri arbeiðsmarknaðin.

 

- Eg eri sannførd um, at vit ikki í nógv ættarlið afturat fara at arbeiða á tann hátt, sum vit gera nú. Her hugsi eg serliga um barnafamiljur. Hinvegin eru tað onnur tíðarskeið í lívinum, har 40 arbeiðstímar um vikuna ikki eru tann stóri trupulleikin. Í Framsókn halda vit, at tað er ein spurningur, sum skal loysast millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Um so er, at hetta skal gerast við lóg, mugu vit síggja í eyguni, at vit gerast færri og færri á arbeiðsmarknaðinum í mun til miðalaldurin. Tað verða fleiri og fleiri, sum fara á pensjón. Og hyggja vit eftir føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag, er sera nógv trýst á. Í veruleikanum er talan um null arbeiðsloysi. Tí haldi eg ikki, at rætta løtan at seta arbeiðstíðina niður við lóg er júst nú. So eingin skal vænta eitt lógaruppskot frá Framsókn um at lækka arbeiðsvikuna við lóg, segði Ruth Vang.
 

Má kannast betri

Tjóðveldi var umboðað av Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu. Hon heldur ikki, at hetta við at lækka arbeiðsvikuna niður í 37 tímar hevur verið serliga nógv umrøtt í almenna rúminum.

 

- Eg skilji, at tað er nakað, sum man hevur viðgjørt í fakfelagshøpi. Tað kundi verið áhugvert at vitað, um nøkur gransking finst, sum vísir, um úrtøkan við at arbeiða 37 tímar er minni, enn við at arbeiða 40 tímar. Tað vísir seg nevniliga, at tá man arbeiðir hálva tíð, fæst ógvuliga nógv av skafti teir fáa tímarnar, man er til arbeiðis. Ein annar modernaður máti at hugsa upp á sum arbeiðsgevari er, at tú fært eina ávísa uppgávu, og síðani skal gera hana. Kanska klárar tú hesa uppgávuna við at brúka færri tímar, enn ásettir eru. Tað mest upplagda er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka sær av hesum. Men talan eru um eina lóg, so í síðsta enda skal tað vera Løgtingið, sum tekur sær av hesum. Hóast lógin er 40 ára gomul, er tað í sjálvum sær ikki eitt argument fyri at broyta hana, men vit mugu spyrja okkum sjálvi, um hon ikki eigur at verða eftirhugd. Ikki minst tí, at grannalondini hava broytt lógina, segði Annita á Fríðriksmørk.

 

Arbeiðsvikan ov long

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum gav Joen Magnusi Rasmussen rætt í, at arbeiðsavrik og vælferð hanga saman.   

 

- Hyggja vit at Føroyum, so eru vit tað samfelagið í heiminum, sum arbeiða mest. Tí eru vit eitt av heimsins ríkastu samfeløgum, men samstundis síggja vit, at tað er rættiliga stórur partur – serliga kvinnurnar – sum arbeiða niðursetta tíð. Ein kanning frá 2013 vísir, at umleið helmingurin av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð, hóast nógvar ikki gera tað sjálvbodnar. Kanska tí tær arbeiða í heilsuverkinum, í bústovnum, á eldraøkinum og so framvegis, har tað verður arbeitt í vaktum. Tá er tað næstan ómøguligt hjá teimum at arbeiða fulla tíð. Eisini er tað ein stór avbjóðing at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman. Eg hoyrdi, at formaðurin í Starvsmannafelagnum var inni á tí, at vit sum arbeiða í dag kanska í størri mun verða rakt av strongd, tí samfelagið er soleiðis háttað, at tað krevur so nógv av okkum. Men vit síggja eisini, at stór børn og ung verða rakt av sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum. Møguliga tí, at foreldrini ikki í nóg stóran mun hava tíð at vera um tey. Í dag er tað soleiðis, at bæði maður og kona arbeiða, og um tey arbeiða fulla tíð, so er trupult at fáa familjulívið at hanga saman. Nógv eiga jú smá børn. Vit eiga tí at hyggja at, um ikki arbeiðsvikan á 40 tímar er ov long, og at vit møguliga eiga at fáa hana longur niður, soleiðis arbeiðslív og familjulív lagast eftir hvør øðrum. Eg trúgvi eisini, at har er peningur at spara hjá tí almenna, tí um fólk verða rakt av strongd, og børn og ung skulu hava hjálp frá eitt nú almennaverkinum ella psykiatriska deplinum orsakað av sálarligum trupulleikum, so er peningur at spara, um vit fáa hesi tingini at hanga betri saman, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Kjakfundur var í Smæruni eftir aðalfundin í Starvsmannafelagnum 9. mars. Tvey evni vóru á skránni. Hitt evnið var ”Undantøk í sambandi við verkføll”, ið er umrøtt í eini grein á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum 25. mars. Við pallborðið sótu umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Fólkaflokkin, Framsókn og Miðflokkin. Sambandsflokkurin og Sjálvstýri sendu ikki umboð.

 

 

FAKTA: Kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum


 

Álitisfólkini í Starvsmannafelagnum viðgera kjarnumál felagsins í valárinum 2019 á álitisfólkafundi í Smæruni í fjør

 

Ein styttri arbeiðsvika er eitt av seks kjarnumálum, sum Starvsmannafelagið ætlar at velja sær í valárinum 2019. Kjarnumálini eru løntakaramál, sum álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum hava valt. Mál, sum tey meta eru til gangs fyri limirnar, og sum tey vilja varpa ljós á og hava politisku flokkarnar at taka støðu til í valárinum.

Ein styttri arbeiðsvika ber fram móti fleiri gagnligum málum. Økta frítíðin gevur heilsuligar fyrimunir í eini tíð, har strongd er eitt hóttandi vandamál. Tað er eisini til fyrimuns fyri familjulívið – serliga hjá smábarnafamiljunum; samstundis sum gransking vísir, at líka nógv kemur burturúr fyri tað, um arbeiðsvikan verður stytt.

Styttri arbeiðsvika kann eisini gera støðuna betri hjá teimum mongu, sum móti egnum vilja arbeiða niðursetta tíð. Tað verður lættari hjá fólki at arbeiða fulla tíð, og tey sum, arbeiða parttíð, koma nærri fullari tíð, soleiðis at lønin hjá teimum hækkar tilsvarandi.

Seinast arbeiðsvikan var stytt við lóg, var í 1978. Áðrenn tað var hon stytt í 1970 og 1964.

Uttanlands eru fleiri royndir gjørdar at stytta arbeiðsvikuna. Har síggjast gagnlig úrslit, tá um ræður nøgdsemi, lívsgóðsku og fráveru á arbeiðsplássum. Sjúkradagarnir eins væl og arbeiðsskaðar fækka, og harvið eisini tann samfelagsútreiðsla, ið hetta elvir til. Oftast hækkar eisini dygdin á tí arbeiði, sum fólk gera, og somuleiðis effektiviteturin.

Kanningar vísa, at arbeiðsgevarin fær ikki stórvegis burtur úr arbeiðstíðini, sum liggur omanfyri teir fyrstu 30 tímarnar í arbeiðsvikuni. Hetta er serliga galdandi innan vitanarstørv, har strongd er ein alsamt vaksandi trupulleiki. Tá ræður um eitt nú framleiðslu, tænastu- og røktarastørv, hevur longd á arbeiðsviku sambært kanningum minni ella lítla og onga ávirkan á effektivitetin.

 

Líka fyri  lógini

- At siga, at trot verður á arbeiðsmegi, tí tað fara at mangla nakrir tímar í, passar ikki. Vit fara at vera akkurát líka effektiv við 37 tímum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

- At seta arbeiðstíðina niður, eigur avgjørt at verða gjørt við lóg. Hetta sigi eg tí, at man summastaðni hevur raðfest í samráðingunum at seta arbeiðstíðina niður og aðrastaðni ikki. Úrslitið er, at summi fakfeløg framvegis eru uppi á 40 tímum, tí tey vilja ikki brúka av karminum. Hendan gjógvin millum fakbólkarnar er frammaundan stór, tí nøkur heldur vilja brúka pengarnar til lønarhækking, enn at stytta arbeiðstíðina. Um vit skulu hava nakran møguleika fyri at javnseta øll í landinum, má nakað gerast á hesum økinum. Tað ynskja vit í Starvsmannafelagnum, tí vit vilja vera samhaldsføst. Tí eigur hetta nú at verða gjørt við lóg. Annars verður ójavnin millum fakbólkarnar ógvuliga stórur.

Tað eru nú 20 ár liðin, síðani arbeiðsvikan í Danmark fór úr 39 niður í 37 tímar. Hetta er ásett í sáttmálunum. Aðrastaðni, eitt nú í Fraklandi, er hon heilt niður í 35 tímum. Tó eru eisini lond, ið hava eina arbeiðsviku svarandi til okkara ella longri. Í Íslandi er hægsta arbeiðsvika framvegis 40 tímar.


« Aftur
Næsta