mikudagur 19. desember 2018
Ljós varpað á harðskap og hóttanir á arbeiðsplássum
Ljós varpað á harðskap og hóttanir á arbeiðsplássum

20. november 2018 - kl. 10:00


TRIVNAÐUR: Harðskapur og hóttanir á arbeiðplássum er ikki nakað ókent fyribrigdi, serliga á heilsu-, røktar- og umsorganarøkinum. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið varpar nú ljós á trupulleikan og hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu harðskapur og hóttanir kunnu fyribyrgjast og eiga at handfarast.

Kári Mikkelsen, journalistur
 

 

Hóttanir og harðskapur kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri heilsu og trivnað hjá tí einstaka starvsfólkinum, umframt at arbeiðsplásslið verður neiliga ávirkað av tí.

 

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið varpar nú ljós á trupulleikan og hevur í hesum sambandi givið út eina vegleiðing um, hvussu arbeiðspláss kunnu fyribyrgja harðskapi og hóttanum móti starvsfólkum.

 

Endamálið við vegleiðingini er eisini at ráðgeva um, hvussu harðskaps- og hóttanartilburðir kunnu handfarast, so óhepnar avleiðingar verða avmarkaðar í størst møguligan mun.

 

Vegleiðingin

Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at eitt starv kann útinnast á trygdar- og heilsuráðiligum grundarlagi.

 

Hetta ber í sær, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið má ikki skerja trygd og heilsu hjá nøkrum starvsfólki. Fyri at forða fyri hesum, eigur arbeiðsgevarin at seta í verk fyribyrgjandi átøk móti bæði harðskapi og hóttanum á arbeiðsplássinum, og skal hava mannagongdir fyri handfaringina av hesum. Hetta fyri at avmarkna óhepnar avleiðingar aftaná.

 

Vegleiðingin hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum er serliga ætlað arbeiðsgevarum, arbeiðsleiðarum, trygdarumboðum og álitisfólkum, men er í veruleikanum viðkomandi fyri øll starvsfólk. Vegleitt verður eisini um fyribyrgjandi átøk.    

 

Endamálið við vegleiðingini er millum annað at greiða frá, hvat harðskapur og hóttanir eru, eins og veita innlit í tær avleiðingar, sum hesi kunnu elva til. Somuleiðis verða umrødd viðurskifti, ið kunnu vera tengd at harðskapi og hóttanum.

 

Harafturat vísir vegleiðingin á mannagongdir, framferðarhættir og amboð, sum kunnu fyribyrgja harðskapi og hóttanum.

 

Síðst, men ikki minst, gevur vegleiðingin nøkur boð uppá, hvussu slíkir tilburðir kunnu verða handfarnir. 

 

Góður trivnaður fyribyrgir
Harðskapur kann vera bæði likamligur og sálarligur.

 

Dømini um likamligan harðskap eru mong. Eitt nú at verða sligin, klóraður, skumpaður, sparkaður, hildin fastur ella verða stungin við knívi ella onkrum øðrum. Sama, um okkurt verður kastað eftir fólki, at onkur spýtirt á teg ella at kvørkratak verið tikið á tær.

 

Sálarligur harðskapur fevnir til dømis um eyðmýking, mannminkan, vanvirðing, illgiting, mismun og háðan og spott. Tá ræður um hóttanir kann hetta snúgva seg um at skaða ein persón við eitt nú orðum, kropsmáli, telduposti, sms-boðum ella á onkran annan hátt.

 

Í vegleiðingini vísir Arbeiðs- og Brunaeftirlitið á, at á arbeiðsplássum, har nógvur harðskapur kemur fyri, er sálarliga arbeiðsumhvørvið oftani ringt. Ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi økir um vandan fyri at koma út fyri harðskapi. Hinvegin er gott samstarv og góður trivnaður í starvsfólkahópinum við til at fyribyrgja harðskapi og hóttanum. Starvsfólk eiga tí at geva sær far um, hvussu tey kunnu stuðla hvørjum øðrum.

 

Trivnaður ella møgulig strongd millum starvsfólkini hava avgerandi týdning í gerandisliga samskiftinum við borgararnar. Mistrivnaður og nógv strongd kann skerja innlivingareginleikarnar í samskiftinum millum starvsfólk og borgarar, og hetta kann økja um vandan fyri harðskapi og hóttanum.

Fyribrigdini harðskapur og hóttanir eru ikki ábyrgdin hjá tí einstaka starvsfólkinum. Tað er ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki, og umráðandi er, at arbeiðsgevarin skapar eina mentan á arbeiðsplássinum, har fyribyrging hevur eina sjálvsagda raðfesting.

Vandi við undirmanning
Vegleiðingin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, vísir millum annað á, at tíðartrýst hevur neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið.
 

- Tá tíðartrýstið er høgt, er tað ein forðing hjá starvsfólkunum at fáa sett átøk í verk, ið skulu fyribyrgja harðskapi og hóttanum. Tað er tí umráðandi, at nóg mikið av fólki eru til arbeiðis, tí hóskandi tal av arbeiðsmegi fyribyrgir í sjálvum sær, at óhepnar støður taka seg upp, sigur Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum hevur staðið fyri vegleiðingini.
 

Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað arbeiðsgevarin, ið hevur høvuðsábyrgdina av at tryggja, at viðurskiftini á arbeiðsplássinum eru góð, hvat viðvíkur trygd og heilsu. Eisini eru ásetingar um, hvussu trygdar- og heilsuarbeiðið skal skipast. Hetta er sjálvandi tengt at talinum av starvsfólkum á tí einstaka arbeiðsplássinum. Ikki óvæntað er arbeiðsumhvørvið rættiliga avgerandi fyri trivnað og nøgdsemið millum starvsfólkini. Er umhvørvið gott, fyribyrgir tað eisini sjúkrafráveru, og sparir sostatt arbeiðsgevaran fyri útreiðslur, sum standast av fráveru.

..............


FAKTA:


Nýggja vegleiðingin um harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum varð givin út undan einum evnisdagi um harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum, sum Arbeiðs- og Brunaeftirlitið skipaði fyri í Dansifrøði í Havn 24. oktober.

 

Evnisdagurin var serliga rættaður móti starvsfólkum innan heilsu, røkt og umsorgan, og fyrilestrarhaldarar vóru hesi:
 

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Kári Leivsson, kliniskur sálarfrøðingur, Sálarfrøðistovan
Lisbeth Vang, Margit Justinussen og Eydna Iversen Lindenskov, umboðandi Psykiatriska depilin
Jógvan Jensen, tilbúgvingarleiðari, Ansni

Vegleiðingin hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum um harðskap og hóttanir kann takast niður her.


« Aftur
Næsta