sunnudagur 18. november 2018
Leyst sett størv eitt vaksandi vandamál
Leyst sett størv eitt vaksandi vandamál

06. november 2018 - kl. 14:00


Danskir granskarar ávara ímóti líkasælu á arbeiðsmarknaðinum, tá ræður um vaksandi talið av leyst settum starvsfólkum. Tað kann nevniliga væl vera, at tað vera arbeiðskorini hjá hesum bólkum, ið framyvir fara at mynda korini hjá starvsfólkum í føstum starvi. Starvsfólk í føstum starvi eiga tí saman við fakfeløgum teirra at varpa meira ljós á hesa óhepnu gongd, ið donsku granskararnir lýsa sum eina hóttan móti vælferðarsamfelagnum. 

 

Kári Mikkelsen, journalistur


Korini hjá leyst settum starvsfólkum eru alsamt versnaði seinnu árini, og tí mugu starvsfólk í føstum starvi og fakfeløg teirra vakna. Hetta er ávaringin hjá einum donskum arbeiðsmarknaðargranskara á Roskilde Universitetscenter (RUC), ið saman við trimum øðrum granskarum hevur givið út bók um fyribrigdið.

- Alsamt fleiri bólkar á arbeiðsmarknaðinum detta burtur úr vanligari lønar- og lívsgongd, og tað átti at verið eitt wake-upp call fyri okkum í Danmark, sigur Janne Gleerup, arbeiðsmarknaðargranskari á Roskilde Universitetscenter (RUC), við danska blaðið Politiken. Samrøðan tekur støði í nýútkomnu bókini ”Prekarisering – og akademisk arbejde”, sum hon hevur skrivað í samstarvi við tríggjar aðrar granskararar.

Tað er ein royndur lutur, at tað sum fyrst er komið í londunum kring okkum, og kanska serliga í Danmark, fyrr ella seinni finnur vegin hendanvegin. Sostatt eru ávaringarnar hjá donsku granskarunum eisini ógvuliga viðkomandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og harvið alt okkara samfelag.

Vandarák
- Tá tað úti á arbeiðsplássunum verður tosað um korini hjá teimum leyst settu starvsfólkunum, eiga eisini starvsfólk í føstum starvi at vakna. At halda fram við tornarósusvøvninum ella bara vera líkasælur, er at skjóta seg í fótin. Tað eru nevniliga stór sannlíkindi fyri, at tað fara at vera korini hjá teimum leyst og styttri tíðarsettu starvsfólkunum, sum fara at mynda framtíðina hjá teimum í føstum starvi, sigur Janne Glerup.

Hon vísir á, at korini hjá teimum, sum ikki eru tryggjaði føst størv, av álvara eru versnaði seinnu árini.

- Vit hava leingi sæð, at tað á arbeiðsmarknaðunum í heiminum kring okkum fara fram stórar broytingar til tað verra, og hendan gongdin byrjar so smátt at treingja seg inn á danska arbeiðsmarknaðin. Í mongum av teimum vælferðarsamfeløgum, sum vit vanliga meta hava skipaði arbeiðsmarknaðarviðurskifti, síggja vit nú, at størri og størri bólkar detta fullkomiliga niðurímillum, tá ræður um vanlig lønarviðurskifti og lívsgongd annars. Hetta átti at verið eitt varskó til okkum í Danmark, tí tað fer at ávirka bæði okkara arbeiðsmarknað og vælferðarsamfelag, sigur Janne Glerup.

Allar starvsgreinar raktar
Spurd um, hvørjar ítøkiligar broytingar eru at síggja á danska arbeiðsmarknaðinum, sigur Janne Glerup, at hendan myndin vísir seg á tann hátt, at alsamt fleiri løntakarar fáa bjóðað t.d. fyribilsstørv, avloysararstørv, verkætlanarstørv ella at arbeiða niðursetta tíð. Hetta er galdandi bæði innan almenna og privata geiran.

- Vit høvdu ímyndað okkum, at hetta var tengt at árstíðararbeiði, men hendan gongdin vísir seg tvørtur um allar starvsgreinar. Tað rakar sostatt bæði starvsfólk við styttri útbúgving, millumlangari útbúgving og fólk við høgari útbúgving. Við øðrum orðum rakar tað allar starvsbólkar, sigur Janne Gleerup.

Danski arbeiðsmarknaðargranskarin vísir á, at hetta ikki er orsakað av, at fólk sjálvi ynskja at arbeiða niðursetta tíð, at tey enda í tíðaravmarkaðum størvum.

- Nógv eru parttíðarsett ímóti egnum vilja, og øll starvstrygdarskipanin er bara versnað seinnu árini. Nakað, sum ger eitt frammundan hart arbeiðslív enn verri.

Spurd um hon heldur, at danir eiga at vera stúrnir, tá ræður um framtíðar arbeiðsmarknaðin, sigur Janne Gleerup:

- Ja, heilt avgjørt. Vit skulu ikki longur enn suður um týska markið fyri at síggja, hvussu tey sonevndu pinkustørvini breiða seg. Hetta er nakað, sum leingi hevur verið ein álvarsligur trupulleiki á amerikanska arbeiðsmarknaðinum, har fólk mugu hava 2-3 arbeiðir og kortini ikki eru tryggjaði eina inntøku, sum ein vanlig familja kann liva av. Talan er um eina altjóða útbreiðslu, og sjálvt um viðurskiftini í Danmark eru munandi betri enn hetta, so er ber væl til at síggja somu gongd hjá okkum eisini, sigur Janne Gleerup.

Borgarar kenna seg útistongdar
Ein partur av granskingini hjá Janne Gleerup hevur snúð seg um at gera djúptøknar samrøður við nøkur av teimum fólkunum, sum hava merkt vánaligu arbeiðsstøðuna á egnum kroppi. Spurd um, hvar tær mest óhepnu avleiðingarnar eru, sigur hon:

- Vit síggja, at fólk verða útslitin í einum arbeiðslívi, tí tey mugu hoppa frá Peri til Pól fyri at sameina fleiri arbeiðir. Tey eru rætt og slætt verri stillaði í tí dagliga, enn fólk í føstum starvi.

Eisini nevnir Janne Gleerup ein annan vanda við stórari útskifting av starvsfólki. At hetta sum frálíður fer ganga út yvir góðskuna av tí arbeiði, sum gjørt verður.

- Í nógvum størvum tekur tað tíð at gerast dugnaligur, og stór útskifting av starvsfólkum gongur út yvir góðskuna. Avleiðingin kann vera, at hetta sum frálíður ger kappingarstøðuna hjá samfelagnum verri, tí sparingar við at seta fólk í avmarkað starv við vánaligum setanartreytum elva til, at góðskan versnar. Ein annar trupulleki er, at hetta sum frálíður fer at skapa eitt samfelag við einum A-liði og einum B-liði, har nakrir borgarar vera við sviðið soð og missa álitið á, at samfelagið eisini er til fyri tey. Tá mótsetningarnir eru stórir millum tey, sum eru inni í hitanum og tey, sum kenna seg stongd úti, er tað ein váði fyri samfelagið, tí tað skapar gróðrarbotn fyri bæði populistum og mótmælisbólkum, sum venda sær ímóti samfelagnum.

Til tess at forða fyri, at óhepna gongdin í øðrum londum sníkir seg enn meira inn á okkara leiðir, heldur Janni Gleerup, at bæði politikarar og fakfeløg eiga taka trupulleikan í størsta álvara.

- Altjóðagerðin er at meta sum eitt risa tangaskip. Um kósin skal broytast, er einasti møguleiki at fara heilt upp í stýrihúsið at gera tað, sigur danski arbeiðsmarknaðargranskarin.

 


« Aftur
Næsta