sunnudagur 18. november 2018
Arbeiðsvitjan í Vágum og Sandoynni
Arbeiðsvitjan í Vágum og Sandoynni

10. september 2018 - kl. 18:00


Nevndin og umsitingin í Starvsmannafelagnum fara týsdagin 11. september at vitja limir á arbeiðsplássum í Sandoynni og Vágum.

 

Í Sandoynni verður vitjað hjá Sandoyar Skúlasambandi, Sands Kommunu, Skálavíkar kommunu, Posta og á Rúsdrekkasølu Landsins. Eisini er ætlanin at hitta manningina á Teistanum.

 

Í Vágum gongur leiðin til Vága kommunu og Heimatænastuna, Sørvágs kommunu og Posta.  Úr Vágum verður farin til Vestmanna, har vit hitta starvsfólk í kommununi.

 

Starvsmannafelagið er javnan og hittir limir á arbeiðsplássum kring landið. Herfyri vóru vit á vitjan í Suðri.

 

Endamáli við hesum vitjanum er, at fáa orð á limirnar, so at teir kunnu upplýsa nevnd og umsiting um tær avbjóðingar og mál, sum tey eru upptikin av. Samstundis er hetta ein møguleiki at kunna um tað, sum fyriferst í felagnum. Eitt gott høvi hjá okkum øllum at hittast andlit til andlits.

 

Myndin omanfyri er frá arbeiðsvitjan á eftirlitsstovnunum á Skálatrøð fyri nøkrum árum síðani.


« Aftur
Næsta