týsdagur 16. oktober 2018
Sosialráðgevar vilja hava viðbót fyri ábyrgd
Sosialráðgevar vilja hava viðbót fyri ábyrgd

12. februar 2018 - kl. 14:00


 

Nú sáttmálasamráðingar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er fyri, er ynskið hjá sosialráðgevunum, at løn og ábyrgd verða knýtt meiri saman.

 

Øssur Winthereig – PRESS

 

Sosialráðgevar settir í Barnavernartænastuni eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umframt at samráðast fyri einar 20 sosialráðgevarar, so fevnir sáttmálin um 480 onnur, ið eru í starvi hjá kommununum. Samráðingarnar eru í hesum døgum.

 

- Vit ynskja, at lønin, umframt at vera knýtt at útbúgving, eisini verður knýtt at, hvørja ábyrgd man hevur, sigur Katarina Petersen, sum vegna sosialráðgevararnar á Barnaverndatænastuni í Tórshavnar Kommunu hevur útgreinað støðuna hjá teimum.

 

-  Barnaverndartænastan er ein sosialur myndugleiki, sum hevur vissar valdsheimildir innan barnaverndarlógina. Við hesum fylgir stór ábyrgd og setir høg krøv til tann einstaka sosialráðgevan viðvíkjandi sosialfakligheit, evni til virkni og ikki minst sálarliga og persónliga tilfeingið, sigur Katarina Petersen.

 

Í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum verður ikki gjørdur munur á, um sosialráðgevarar hava bachelorútbúgving ella gomlu útbúgvingina. Sosialráðgevar í Starvsmannafelagnum eru løntir við eini grundløn, uttan nakra viðbót ella nakað ískoyti.

 

- Vit halda heldur ikki, at munur skal vera gjørdur á nýggju og gomlu útbúgvingini, men okkara ynski er at fáa løn og viðbøtur fyri ábyrgd og førleikar, sum vit hava vunnið okkum við eftirútbúgvingum, sigur Katarina Petersen.

 

Sosialráðgevararnir hava í fleiri ár ynskt at hugt verður meiri eftir, hvørja ábyrgd teir hava, tá lønin verður roknað út.

 

- Higartil hevur tað kanska ikki verið so frammarlaga í samráðingunum, men nú vilja vit gera vart við tað órímiliga, at sosialráðgevar í Barnaverndartænastuni einans verða løntir við grundløn og eingin myndugleikaviðbót, førleikaviðbót ella funktiónsløn verður latin. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av okkara krevjandi arbeiðsinnihaldi og samanborið við aðrar fakbólkar. Nú halda vit, at tíðin er búgvin til tað, sigur Katarina Petersen.

 

Katarina Petersen vísir á, at familjuráðgevarar, ið eru útbúnir námsfrøðingar og settir á sosialu deild, hava hvørki myndugleikafunktión ella ábyrgd av at taka avgerðir í málunum, men fáa eina hægri løn enn sosialráðgevar, sum hava myndugleikaábyrgd og skulu gera endaligu tilmælini í málunum.

 

Myndin omanfyri er av Katarinu Petersen, sosialráðgeva í Tórshavnar kommunu. Foto: Øssur Winthereig

 


« Aftur
Næsta