týsdagur 16. oktober 2018
27 átøk fyri størri javnstøðu
27 átøk fyri størri javnstøðu

26. januar 2018 - kl. 16:00


Nýggjur javnstøðupolitikkur skal leggjast fram í løgtinginum, sum millum annað umrøður arbeiðsmarknað og javnstøðu. Fyritøkur og stovnar skulu gera javnstøðufrágreiðingar, ið lýsa, hvussu støðan á arbeiðsmarknaðinum er. Nýggj lógarkrøv eru ikki á veg

 

Øssur Winthereig – PRESS

 

Munurin á pensjónsuppsparingini hjá monnum og kvinnum eigur at verða kannaður. Møguleikin at arbeiða fulla tíð hjá teimum, sum ynskja tað eigur at bøtast, og at eggja pápum at taka longri barsilsfarloyvi.

 

Hetta er trý av 27 átøkum, sum verða nevnd í eini nýggjari virkisætlan fyri javnstøðu frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í javnstøðumálum, og sum landsstýriskvinnan vónar at kunna samstarva við fakfeløgini um.

 

Nýggi javnstøðupolitikkurin verður lagdur fyri løgtingið fyrsta dagin til aðalorðaskiftis. Almenni javnstøðupolitikkurin og ein virkisætlan við 27 átøkum, skulu virka fyri størri javnstøðu.

 

Politikkurin hevur fimm yvirskriftir um javnstøðupolitikk: tilvitan um javnstøðu, javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, menn og javnstøða, harðskapur og haturstala og betri lóggáva og altjóða sáttmálar.

 

- Ætlanin er ikki at fara ov ógvusliga til verka við nýggjum lógum, tí vit eru ikki komin eins langt og okkara grannalond, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.

 

Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, segði við útvarpið herfyri, at hann helt, at Føroyar áttu at gjørt sum íslendingar. Kravt við lóg, at menn og kvinnur fáa somu løn fyri sama arbeiði.

 

Nýggja íslendska lógin áleggur bæði privatum og almennum fyritøkum at gera eina javnstøðufrágreiðing, ið prógvar, at javnstøða er á arbeiðsplássinum. Um hetta ikki verður  prógvað, kann fyritøkan fáa bót.

 

Eggja til meiri javnstøðu

Føroyska samfelagið er ikki búgvið til so víðfevnd átøk, heldur landsstýriskvinnan. Hon vísir á, at í Íslandi hevur kjakið um javnstøðu staðið við í nógv longri tíð, og tí er íslendska samfelagið komið væl longri á javnstøðuleið enn tað føroyska.

 

- Vit vóna, at ein javnstøðupolitikkur og átøkini kunna lýsa, hvussu støðuna er og vísa á positiv úrslit og gongdar leiðir. Tað kann kanska eggja bæði privatum og almennum fyriøkum at hugsa meiri um javnstøðu, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Summi átøk kunnu setast í verk beinanvegin fyri at fáa meiri javnstøðu, og onnur verða nevnd sum møguleikar, ið kunnu lýsa, hvussu javnstøðan sær út ymsa staðni í samfelagnum.

 

- Vit hava eisini viðgjørt javnstøðu á arbeiðslássunum. Har kundi ein máti verið at fingið nøkur stór arbeiðspláss at gingið undan – at slóða fyri, heldur landsstýriskvinnan.

 

- Tað er eitt mál, at fáa so javnt kynsbýti sum til ber á øllum arbeiðsplássum. Tað ger arbeiðsplássið

betri, og tað vísir seg, at tær fyritøkurnar klára seg best, sigur hon.

 

Á fleiri av hesum økjunum hava vit ov vánalig hagtøl, men Hagstovan hevur boðað frá, at hon fer at gera neyvari hagtøl um løntakarar og arbeiðsmarknaðin.

 

Eisini er ætlanin at arbeiða saman við fakfeløgunum um eitt nú at kanna pensjónsuppsparingina hjá monnum og kvinnum. Tað kann vísa, hvussu munurin er og hvussu hann fer at síggjast aftur í pensjónsaldrinum. Hetta er vitan, sum ikki er tøk í dag.

 

Krøv til arbeiðsplássini

Eitt annað av átøkunum í álitinum frá Almannaráðnum er, at fyritøkur og stovnar skulu gera eina javnstøðufrágreiðing, men tað verður ikki í fyrstu syftu ein frágreiðing, sum skal prógva eitt nú, at fyritøkan ella stovnurin lata líkaløn ella á annan hátt halda onkra ávísa lóg.

 

- Frágreiðingin skal heldur verða eitt amboð til at lýsa, hvussu javnstøðan á arbeiðsmarknaðin er, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eins og arbeiðspláss hava starvsfólkapolitikk og eldrapolitikk, so er tað eisini eitt hugskot at hava ein javnstøðupolitikk. Í eini slíkari frágreiðing ber til at vísa framgongd ella afturgongd í lønum hjá báðum kynum og til dømis starvssetanir.

 

Frágreiðingarnar frá stovnum og fyritøkum skulu leggjast alment fram, so bæði almenningurin og politikarar síggja, hvussu javnstøðan hevur tað og kunnu koma við uppskotum um batar út frá tí vitan, sum kemur fram.

 

Formaðurin í javnstøðunevndini segði seg vera fyri, at fyritøkur og stovnar gera eina javnstøðufrágreiðing, men eins og Almannamálaráðið, so heldur hann, at man eigur ikki at áleggja arbeiðsgevarum ov stórar umsitingarligar uppgávur.

 

Landsstýriskvinnan sær fyri sær, at stórir partar eini javnstøðufrágreiðing verða upplýsingar, sum kunnu fáast til vega frá øðrum myndugleikum, sum liggja inni við teimum. Tað veri seg Hagstovan ella Taks.


« Aftur
Næsta