týsdagur 16. oktober 2018
Pensjónsnýskipanin: Egg ella ungi?
Pensjónsnýskipanin: Egg ella ungi?

23. januar 2018 - kl. 14:00


NEVNDARLIMURIN SKRIVAR: Jóngerð Simonsen, næstforkvinna í Starvsmannafelagnum, skrivar um pensjónsnýskipanina, sum er fyri í løgtinginum í løtuni

 

Starvsmannafelagið skrivaði nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráði 13 okt. 2017, har avtalan snúði seg um  krónur og ikki prosent: 695 krónur fyrsta árið og 754 krónur næsta árið, íalt smáar 1500 krónur javnt til allar limir.   

 

Hetta var gjørt hesuferð fyri at fáa tey lægstløntu lutfalsliga longri upp. Vit eru nøgd við sáttmálan, men fyri tað er alneyðugt at fylgja væl við og royna at ávirka politiskar ætlanir, so tær eru til limanna fyrimun.

 

Ein av teimum er pensjónsnýskipanin.

 

Burðurin hevur verið tungur at fáa skipað eftirlønarviðurskiftini her á landi. Síðani Petur Mohr Dam við dyggari danskari hjálp kom við fólkapensjónini, hevur politiska landslagið verið trekt at taka hond um málið. Heldur enn at fara til arbeiðis og loysa henda stóra og avbjóðandi spurning hava smáligar ósemjur, kegl og vantandi virkishugur fingið loyvi at darva og í besta føri halda status quo. Gaman í, ógvuliga treyðugt kom Samhaldsfasti fyrst í 90 árunuum – ein sera spøk byrjan, sum tíðin seinni kravdi skuldi broytast til nakað veruligt.  

 

Feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, teirra millum Starvsmannafelagið, hava í nógv ár havt eftirlønina, sum part av sáttmálanum, men tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at fólkapensjónin, skuldi vera ein av grundsúlunum í eftirlønini hjá fólki. Nú er so tað hent langt um leingi, at pensjónin úr Samhaldsfasta er farin at muna, men aftur fyri er komið eitt trýst frá valdsharrunum um at avmarka fólkapensjónina, og onkur hevur enntá verið so frekur og naskur at rógva uppundir at taka hana av!     

 

Nýggja pensjónsnýskipan er á gáttini og verður samtykt, um afturvendandi ósemjur og valdshugur ikki fara at forkoma henni. 

 

Eftir uppskotinum fáa tey, sum ikki hava uppspart so nógva eftirløn (t.d. flestu limir í okkara felag ) meira burturúr, tí tey  missa ikki av grundupphæddini, og fáa av viðbótini.

 

Sum er telur uppspardi parturin millum kr. 90.000 og 130.000 í útgjaldi fyri skatt um árið hjá flestu okkara limum.  Bólkar við hægri pensjónum missa nakað.

 

Tølini síggja soleiðis út:

 

Eftir verandi skipan                Pensjónskipan í uppskoti                               

Grundupphædd           kr.3.589,- kr                           kr. 3.589,-

Viðbót                         kr 3.771,- kr.                           kr. 4.779,-

Brennistuðul                kr. 634,- kr.                             kr. 00,-

Samhaldsfasti             kr.4.025,- kr.                           kr. 5.635,-

 

Upphæddin í pensjónsuppskotinum er galdandi, um tú hevur eina egininntøku, t.e. pensjón og løn, sum liggur undir kr. 30.000 um árið.  Fert tú uppum, so minkar grundupphæddin til kr. 3.381, við kr. 110.000 til 1.922, við kr. 130.000 til kr. 1.506, og hon fellur burtur, um inntøkan, t.v.s løn og pensjón, eru yvir kr. 200.000. Tó verður eftirlønin úr Samhaldsfasta altíð tann sama.

 

Alt eftir hvussu stórar inngjaldingarnar hava verið, kemur samlaða eftirlønin hjá einum limi í Starvsmannafelagnum at liggja millum 18.000 og 20.000 krónur.

 

Pensjónsaldurin hækkar til 67,5 ár  í 2025 og aftur til 68 ár  í  2030. Hann kann ikki hækkast meira,  uttan at boðað er frá 10 ár frammanundan, og í mesta lagi ½ ár  kann leggjast omaná hvørja ferð. Skal pensjónsaldurin hækkast við ½ ári í 2035, so skal tað í seinasta lagi fráboðast í 2025.

 

Fakfelagssamstarvið hevur svarað einum hoyringsskrivi um nýggju skipanina, og vit hava  biðið um at hækka markið fyri at grundupphæddin minkar frá kr. 30.000 til kr. 60.000. Forskatting av pensjónum er 40%, og hava vit sett ynski fram um at fáa hetta niður aftur á 35%, soleiðis sum tað var áðrenn undanfarna samgonga broytti hetta.

 

Spurningurin er nú um pensjónsskipanin heldur, tí í skrivandi stund kann samgongan bert telja upp í 15., og avtalur hanga helst í tunnum træðrum. Andstøðan, tó ikki Sjálvstýri, andøvir treiskt ímóti, og ein freistast til at spyrja: “Verður hetta egg ella ungi?”  Men vit mugu bara seta vónir til, at løgtingið alt tekur undir við at tryggja aldurdómin hjá øllum borgarum í hesum landinum so javnt sum yvirhøvur gjørligt, og ikki letur henda møguleikan fara.   

 

Vakið eyga verður framhaldandi hildið við, hvat fer fram á økinum.

 


« Aftur
Næsta