leygardagur 20. apríl 2019
Almennur kjakfundur um arbeiðsmarknað
Almennur kjakfundur um arbeiðsmarknað

05. mars 2019 - kl. 14:00


PALLBORÐSKJAK: Skulu vit hava 37 tíma arbeiðsviku í Føroyum? Og hvat halda flokkarnir um undantøk í verkfallstøðu? Starvsmannafelagið skjýtur valstríðið í gongd og bjóðar floksformonnunum til almennan kjakfund um tvey aktuell og viðkomandi arbeiðsmarknaðarmál. Tað verður í Smæruni, leygardagin 9. mars kl. 17, eftir aðalfund felagsins.

 

Kl. 17. leygardagin verður almennur pallborðfundur í Smæruni, har formenninir í politisku flokkunum í ein tíma fara at kjakast um tvey aktuell arbeiðsmarknaðarmál.

 

Undantøk og verkfall

Rættuligar rembingar vóru á arbeiðsmarknaðinum í fjørvetur, tá ið almanna- og sjúkrahúsverkið varð rakt av effektivum verkføllum. Hettar hevur enn einaferð fingið kritiskar røddir at tala at og krevja, at fastar avtalur vera gjørdar um undantøk í verkfallstøðu. Tað kravið hevur verið frammi fyrr, t.d. í sambandi við siglingina hjá Smyrli. Fakfeløgini eru harðiga ímóti hesum, tí tey óttast at tað fer at skerja verkfallsvápið. Politisku flokkarnir siga sína hugsan um undantøk í verkfallstøðu.

 

37 tíma arbeiðsvika

Skal arbeiðsvikan í Føroyum lækkast niður í 37 tímar, eins og hon er í onkrum av londunum? Tað er hin spurningurin, sum floksformenninir fara at kjakast um. Vaksandi arbeiðsbyrða og krøv um effektivitet hava gjørt, at alt fleiri leggjast fyri av strongd. Føroyar hava eina løgtingslóg um 40 tíma arbeiðsviku og fakfeløgini hava ymiskar ásetingar um arbeiðsvikuna í sáttmálunum. Floksformenninir siga sína hugsan um 37 tíma arbeiðsviku.

 

Høvið verður hjá áhoyrarunum at gera viðmerkingar og seta luttakarunum við pallborðið spurningar.

 

Kári Mikkelsen, journalistur, verður fundarstjóri á kjakfundinum, sum byrjar kl. 17, eftir at aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum er av.

 

Møtið fjølment til spennandi kjak í Smæruni um týdningarmikil og aktuell arbeiðsmarknaðarmál

 

Myndin omanfyri er frá kravgongu, sum var á Vaglinum undir verkfallinum hjá pedagokunum í fjørvetur. Foto: Martin Nolsøe Simonsen.

 

Starvsmannafelagið


« Aftur
Næsta