mánadagur 21. januar 2019
Set títt fingramerki
Set títt fingramerki

08. januar 2019 - kl. 11:00

Ger mun fyri 2.000 limir í Starvsmannafelagnum. Stilla upp til nevndina.


Til nevndina í Starvsmannafelagnum, ið telur 5 limir, skulu veljast 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir á komandi aðalfundi.

Sum nevndarlimur fært tú ávirkan á løn, arbeiðskor og rættindi hjá meira enn 2.000 løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltakslimirnir fyri 1 ár. Valið fer fram við brævatkvøðu ella á aðal­fundinum í Smæruni 9. mars 2019.

Fullgildigir limir í Starvsmannafelagnum kunnu stilla upp. Limir kunnu eisini stilla aðrar limir upp, treytað av, at fulltrú frá valevninum er løgd við uppstillingini.

Uppstillingin verður latin felagnum og skal vera skriv­lig. Upplýsið navn og og bústað hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir. Víst verður annars til § 9 í við­tøkum felagsins.

Tann skrivliga fráboðanin um uppstilling skal vera skrivstovu felagsins í hendi í seinasta lagi til og við 
1. februar 2019. Í fráboðanini skal vera tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir.


Starvsmannafelagið | J. H. Schrøters gøta 9 | Postboks 165 | 110 Tórshavn | starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo

 


« Aftur
Næsta