sunnudagur 24. mars 2019
Sáttmáli er undirskrivaður við Føroya Arbeiðsgevarafelag
Sáttmáli er undirskrivaður við Føroya Arbeiðsgevarafelag

21. desember 2018 - kl. 11:00


Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála vegna starvsfólkini á Føroya Tele og Posta.

 

Sáttmálin fyri Føroya Tele er ein 2 ára sáttmáli, meðan sáttmálin fyri Posta er ein 3 ára sáttmáli.

 

Sáttmálarnir byggja á ein lønarkarm fyrra árið á 3,26%, og 2,56% fyri seinna ári. Lønarhækkingin á Posta fyri 3. ári fylgir lønarkarminum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verður avtalaður við arbeiðarafeløgini tann 1. Mai 2020.

 

Umframt generella lønarhækking, eru broytingar gjørdar í lønartalvuni, soleiðis at tvey lønarstig eru løgd á ávísar lønarbólkar, har starvsfólk hava staðið leingi á endastigi.

 

Harumframt verða viðbøtur og ískoytir eftirlønargevandi.

 

Starvsmannafelagið

 

Semjan um Føroya Tele er her

 

Semjan um Posta er her

 

 


« Aftur
Næsta