mánadagur 21. januar 2019
Vónbrotin av samgonguni í Posta-máli
Vónbrotin av samgonguni í Posta-máli

18. desember 2018 - kl. 15:00


Starvsmannafelagið harmast um, at samgonguflokkarnir Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, ikki hava megnað at tryggja starvsfólkaviðurskiftini betri í lógaruppskotinum um heimild at selja tey almennu partabrøvini í P/F Postverki Føroya.

 

Uppskotið varð samtykt við 2. viðgerð í gjár og skal nú hava eina 3. og seinastu viðgerð.

 

Felagið hevði sett sítt álít á, at tað bar til at fáa beinleiðis ásetingarar, sum kundu tryggja, at lønar- og arbeiðskorini ikki versna. Og at viðurskiftini framhaldandi verða skipað við kollektivum sáttmála við tað fakfelag, sum starvsfólkini vilja hava at umboða seg. Men hóast fleiri ymiskar treytir eru settar komandi keyparum, so eru bert nakrar almennar, avmarkaðar og linar viðmerkingar í uppskotinum, tá ið umræður starvsfólkaviðurskiftini.

 

Hettar harmast Starvsmannafelagið um, tí tað kann skapa ótryggleika millum starvsfólkini í almenna partafelagnum um hvat, ið framtíðin hevur at bjóða teimum, tá ið landið hevur slept endanum.

 

Starvsmannafelagið hevur  vent sær til tingfólkini í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í dag og heitt tey um at virka fyri, at lógaruppskotið verður broytt við 3. viðgerð, so at starvsfólkaviðurskiftini verða meira beinleiðis og betri vard.

 

Í Degi í Viku í kvøld er samrøða við Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, har hann ger viðmerkingar til lógaruppskotið um heimild at selja privatum partabrøvini í Postverki Føroya. Myndin omanfyri varð tikin, tá samrøðan varð gjørd fyrr í dag.


« Aftur
Næsta