mikudagur 19. desember 2018
Stuðulsskriv til Ljósmøðrafelag Føroya
Stuðulsskriv til Ljósmøðrafelag Føroya

16. november 2018 - kl. 12:00


Fakfelagssamstarvið vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Ljósmøðrafelag Føroya í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála.

Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um at vísa samráðingarvilja og aftur at seta seg við samráðingarborðið saman við ljósmóðrafelagnum, tað er har, ið loysnin eigur at finnast.

 

Við fakfelagskvøðu

Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelagið, AKF og Havnar Arbeiðskvinnufelag


« Aftur
Næsta