sunnudagur 16. desember 2018
VIDEO: Fakfelagið á ferð - Tvøroyar kommuna
VIDEO: Fakfelagið á ferð - Tvøroyar kommuna

12. juli 2018 - kl. 14:00

ARBEIÐSPLÁSSVITJAN: Fyrst í juni vóru umsitingin og nevndin í Starvsmannafelagnum í Suðri og vitjaðu limir og arbeiðspláss. Vit dekkaðu ferðina við livandi myndum og hava gjørt videoinnsløg við samrøðum frá teimum ymsu arbeiðsplássunum. Fyrsta videofrásøgnin var gjørd millum limir, ið telja størsta partin av manningina á Smyrli, og komin suður gekk leiðin á kommunuskrivstovuna á Tvøroyi.


Fyri umleið 10 árum síðani setti Starvsmannafelagið sær fyri at gera afturvendandi vitjanir á arbeiðsplássum kring landið, har limir okkara starvast. Hetta við tí fyri eyga at hoyra, hvussu arbeiðsdagur teirra er, og hvørjar spurningar limirnir hava upp á hjarta. Spurningar, ið taka støði í dagligum avbjóðingum, sum felagið sjálvandi er til fyri at finna loysnir á.

Arbeiðsdagurin er eyðvitað ymiskur frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss. Við at koma út, har limirnir starvast, er lættari hjá felagnum at seta seg inn dagliga arbeiðsdagin hjá limunum, og harvið fáa eina betri hilling av, hvørjar møguligar avbjóðingar eru, sum felagið kann hyggja nærri upp á saman við limunum. 

Fyrsta vitjanin í ár var í Suðuroy, har bæði formaður og hini starvsfólkini vitjaðu 11 ymisk arbeiðspláss. Í ár hevur felagið valt at dekka vitjanirnar við livandi myndatóli, sum verða løgd á heimasíðuna, har samrøður vórðu gjørdar við bæði limir og starvsfólk hjá felagnum.

Teir fyrstu limirnir, sum fingu vitjan av felagnum, vóru sjálvandi limirnir umborð á Smyrli undir ferðini suður á Krambatanga ein sólríkan hósdag í juni. Síðani gekk leiðin yvir á skrivstovuna hjá Tvøroyar kommunu, har fundur varð hildin við limir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða í kommununi.

Sí næsta innslagið frá Suðuroyarferðini HER.

 


« Aftur
Næsta