sunnudagur 16. desember 2018
VIDEO: Fakfelagið á ferð - Smyril
VIDEO: Fakfelagið á ferð - Smyril

20. juni 2018 - kl. 13:00

ARBEIÐSPLÁSSVITJAN: Fyrsta hósdag í juni vóru umsitingin og nevndin í Starvsmannafelagnum í Suðri og vitjaðu limir og arbeiðspláss. Vit dekkaðu ferðina við livandi myndum og hava gjørt videoinnsløg við samrøðum frá teimum ymsu arbeiðsplássunum.


Fyri umleið 10 árum síðani setti Starvsmannafelagið sær fyri at gera afturvendandi vitjanir á arbeiðsplássum kring landið, har limir okkara starvast. Hetta við tí fyri eyga at hoyra, hvussu arbeiðsdagur teirra er, og hvørjar spurningar limirnir hava upp á hjarta. Spurningar, ið taka støði í dagligum avbjóðingum, sum felagið sjálvandi er til fyri at finna loysnir á.  

Arbeiðsdagurin er eyðvitað ymiskur frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss. Við at koma út, har limirnir starvast, er lættari hjá felagnum at seta seg inn dagliga arbeiðsdagin hjá limunum, og harvið fáa eina betri hilling av, hvørjar møguligar avbjóðingar eru, sum nærri eigur at verða hugt uppá.  

Fyrsta vitjanin í ár var í Suðuroy, har bæði formaður og hini starvsfólkini vitjaðu 11 ymisk arbeiðspláss. Teir fyrstu limirnir, sum fingu vitjan av felagnum, vóru sjálvandi limirnir umborð á Smyrli undir ferðini suður á Krambatanga ein sólríkan hósdag tann 7. juni.

Í ár hevur felagið valt at dekka vitjanirnar við livandi myndatóli, og fer tí komandi tíðina at leggja út innsløg á heimasíðuna frá teimum ymsu arbeiðsplássunum, har samrøður vórðu gjørdar við bæði limir, formann  og onnur frá felagnum.

Sí fyrsta innslagið frá Suðuroyarferðini HER.

 


« Aftur
Næsta