mánadagur 24. september 2018
Eyðgunn Samuelsen: Gera royndir at stytta arbeiðsvikuna
Eyðgunn Samuelsen: Gera royndir at stytta arbeiðsvikuna

06. mars 2018 - kl. 13:00


LØGTINGIÐ: Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur, at royndir eiga at verða gjørdar við styttri arbeiðsvikum í eitt nú eldratænastuni og heilsuverkinum. Ella býta arbeiðið betri millum fyrireiking og beinleiðis samband, so arbeiðið ikki verður so tungt

 

 

Øssur Winthereig, PRESS

 

- Vit eiga at gera royndir við at seta arbeiðsvikuna niður fyri ávís størv, men halda fast um fulla løn, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, undir aðalorðaskiftinum um Javnstøðupolitikk seinasta týsdag.

 

Landsstýriskvinnan sipaði til, at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð og ein grund kann vera, at arbeiðið er ov tungt.

 

Í frágreiðingunum til Løgtingið um javnstøðupolitikk verða fleiri átøk nevnd, sum skulu føra til størri javnstøðu. Átøkini eru knýtt at fleiri fokusøkjum og eitt fokusøki er javnstøða í arbeiðslívinum.

 

Eitt av átøkunum, sum verður nevnt er at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð.

 

Víst verður til, at kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum í stóran mun arbeiða niðursetta tíð.

 

Í frágreiðingini frá Eyðgunn Samuelsen verður sagt, at ein týðandi orsøk til, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð er fyri at fáa familjulívið at ganga smidligari, men ein onnur grund kann vera, at tað ikki er so lætt at fáa fulla tíð í teimum vanligu kvinnuarbeiðunum.

 

Óluva Klettskarð úr Tjóðveldinum segði, at hon helt ein orsøk kundi eisini vera, at vanligu kvinnuarbeiðini vóru so stríggin arbeiði, at kvinnur ikki klárað at arbeiða fulla tíð.

 

 Hon nevndi arbeiði á dagstovnum og innan heilsurøkt og eldraøkið.

 

- Er tíðin ikki komin til, at vit spyrja um normeringarnar á eitt nú barnagørðum skulu broytast. At arbeiðstíðin verður sett niður, so til dømis ein 35 tímars vika svarar til fulla tíð og verður lønt sum full tíð, segði Óluva Klettskarð.

 

- Eg sum lærari undirvísi ikki í fulla viku, men havi tíð til fyrireiking, og á sama hátt áttu vit at umhugsa um til dømis arbeiði í einum barnagarði ikki átti at verið normerað umaftur, segði Óluva Klettskarð.

 

Í frágreiðingini sigur landsstýriskvinnan, at sum part av átakinum um at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð, so ber til at kanna møguleikarnar at gera broytingar í vaktarskipanum, soleiðis at møguleiki verður hjá teimum kvinnum, sum í dag arbeiða niðursetta tíð at arbeiða fulla tíð.

 

Sambært verkætlanini Manntal 2011 arbeiddu 54% av kvinnunum undir 35 tímar og fimta hvør kundi hugsað sær at arbeitt fleiri tímar.

 

Landsstýriskvinnan nevndi eisini, at ein annar møguleiki var, at kommunurnar og fíggjarmálaráðið gera royndir at seta arbeiðstíðina niður hjá summum starvsbólkum.

 

- Vit vita ikki um, um ein grund til at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, er at arbeiðið er ov tungt, men sum part av hesum átakinum, ber til at skipa bæði arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur øðrvísi, heldur Eyðgunn Samuelsen.

 

Hóast hesin spurningurin stakk seg upp í aðalorðaskiftinum um javnstøðupolitikk í løgtinginum, so ásannar Óluva Klettskarð, at tað ikki er løgtingið, sum skal gera nýggjar normeringar.

 

- Hetta er helst ein spurningur, sum skuldi verið loystur í fakfelagshøpi, men tað er ikki gjørt, staðfesti Óluva Klettskarð.

 

 

Myndin omanfyri er frá aðalorðaskiftinum um javnstøðupolitikk í løgtinginum seinasta týsdag. Foto:Press


« Aftur
Næsta