mikudagur 19. desember 2018
Annika Bech er ársins álitisfólk
Annika Bech er ársins álitisfólk

04. mars 2018 - kl. 16:00


Starvsmannafelagið hevur valt Anniku Bech til ársins álitisfólk 2018. Tað varð kunngjørt á aðalfundi í felagnum leygardagin.

 

Annika Bech er úr Havn. Seinastu góðu tíggju árini hevur hon starvast á Ellisheiminum hjá Tórshavnar kommunu við Rættará, og hon hevur verið álitisfólk seinastu fýra árini.

 

Í grundgevingini fyri at velja Anniku Bech til ársins álitisfólk verður sagt:

 

Annika hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrdarfult røkt starvið og hevur áhaldandi talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini.

 

Á myndini síggja vit Anniku Bech, tá Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum kunngjørdi, at hon var vald til ársins álitisfólk 2018.

 

Vit ynskja Anniku Bech hjartaliga tillukku við heiðurinum.

 

Starvsmannafelagið


« Aftur
Næsta