mikudagur 19. desember 2018
Kom og mynda felagið!
Kom og mynda felagið!

28. februar 2018 - kl. 15:00


AÐALFUNDUR: Starvsmannafelagið hevur aðalfund í Smæruni leygardagin 3. mars, kl. 15.00. Hesaferð gera vit nakað serligt burturúr. Vit hava alment kjak um pensjónsnýskipanina og spennandi borðhaldi aftaná

 

Beint nú eru sessirnir tómir, men leygardagin verður vónandi fullsett.

 

Leygardagin kl. 15 letur Starvsmannafelagið dyrnar upp fyri árliga aðalfundinum, og er tað mín vón, at eisini tú, sum ert limur, setir eina løtu av til títt fakfelag.

 

Starvsmannafelagið er størsta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum, og aðalfundurin er ovasti myndugleikin í felagnum. Tað er har tær stóru avgerðirnar verða kjølfestar. Tí hevur tað stóran týdning, at eisini tú møtir upp, og lurtar – og kanska sigur tína erligu meining.

 

Arbeiðið er ein stórur partur av okkara lívi, og gjøgnum fakfelagið kanst tú fáa ávirkan á ein týdningarmiklan part av tínum gerandisdegi. Hvussu við lønini. Barsilsrættindum. Pensjón. Ella arbeiðskorum annars?

 

Eitt er vist. Einki kemur av sær sjálvum. Rættindi verða bert vunnin við stríði, og tí hevur tað so stóran týdning at felagið veit hvat tú heldur.

 

Einsamøll ella einsamallur fáa vit ikki broytt nógv. Men saman kunnu vit gera stóran mun.

 

Keðiligt verður tað ið hvussu so er ikki, kann eg lova.

 

Klokkan 17 verða dyrnar til Smæruna latnar upp til alment kjak um uppskotið til pensjónsnýskipan, sum samgongan hevur lagt fyri løgtingið. Ein ætlan, sum fer at ávirka okkum øll. Óluva Zachariasen, journalistur, stýrir kjakinum.

 

Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, fer at greiða frá ætlanini og hvørjar avleiðingar hon hevur fyri fólk. Fólk frá tryggingarfelagnum LÍV fara at hava upplýsing um pensjón, har tú kanst spyrja um tíni egnu viðurskifti.

 

Aftaná verður borðhald við tónleiki og felagssangi í felagshúsum. Gutti Winther fer at borðreiða við onkrum serligum og tónleikinum standa Kim Hansen og Edvard Nyholm Debes fyri.

 

So hví ikki gera ein stikkara í Smæruna at hitta starvsfelagar ella onnur. Til gaman og álvara.

 

Eg gleði meg at síggja so nógv av tykkum sum møguligt, og eg vóni at hvør einasti sessur í okkara flottu felagshøll Smæruni verður upptikin, tá klokkan slær trý leygardagin.

 

Kom við og ver við til at mynda títt fakfelag. Vit hittast í Smæruni!

 

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið


« Aftur
Næsta