sunnudagur 19. august 2018
Samhugaverkfallið mánadagin avblást
Samhugaverkfallið mánadagin avblást

14. januar 2018 - kl. 12:00


24 tíma samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg, teirra millum Starvsmannafelagið, hevði boðað frá mánadagin 15. januar, er avlýst, nú Føroya Pedagogfelag hevur gjørt semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

Samhugaverkfallið hjá Starvsmannafelagnum við Pedagogfelagið skuldi vera á ávísum arbeiðsplássum undir landinum og á øllum kommunalum arbeiðsplássum, frá mánadegi kl. 7.00 til týsdag kl. 7.00.

 

Stríðsstigið er nú avlýst, eftir at sáttmálapartarnir komu ásamt um eina semju sunnunáttina.

 

Samstundis sum Starvsmannafelagið hevur avlýst samhugaverkfallið fyri sínar limir, hava hini 20 feløgini, sum eisini vóru við í samhugatiltakinum, á sama hátt avlýst síni samhugaverkføll.

 


« Aftur
Næsta