onsdag 23. maj 2018
Starvsmannafelagið í samhugaverkfall
Starvsmannafelagið í samhugaverkfall

12. januar 2018 kl. 13:10


Felagið hevur lýst 24 tíma samhugaverkfall fyri limirnar, sum arbeiða á 14 arbeiðsplássunum hjá landinum, og fyri allar limir, sum arbeiða hjá kommununum, kommunalum felagsskapum og kommunalu dagrøktini mánamorgunin kl. 7.00

 

Starvsmannafelagið lýsir samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag í 24 tímar, frá mánamorgni 15. januar kl. 7.00 til týsmorgun 16. januar kl. 7.00.

 

 

Øll hjá kommununum
Allir limir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða undir teimum báðum sáttmálunum, sum Starvsmannafelagið hevur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skulu í samhugaverkfall.

 

Hetta merkir øll, sum arbeiða hjá kommununum kring landið, tey, sum arbeiða hjá kommunalum felagsskapum og tey í kommunalu dagrøktini.

 

Hjá kommununum verða undantøk  givin í tann mun siðvenja og grundarlag er fyri hesum.

 

14 arbeiðspláss hjá landinum
Fyri tey, sum arbeiða undir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið er samhugaverkfallið galdandi fyri 14 arbeiðspláss.

 

Hesi arbeiðspláss eru:

  • Almannamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Almannaverkið
  • Dugni
  • Fíggjarmálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Fiskimálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Heilsu- og Innlendismálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
  • Løgmansskrivstovan (bert aðalráðið sjálvt)
  • Mentamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Samferðslumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Skúlin á Trøðni
  • Strandferðslan – bert siglandi fólkið
  • Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)

 

Harumframt er samhugaverkfallið eisini galdandi fyri limir, sum starvast á løgtingsskrivstovuni.

 

Aðrir limir enn tey sum eru nevnt omanfyri fara ikki í samhugaverkfall.

 

Fyri limir okkara á strandfaraskipunum og SEV eru ávís undantøk ásett í sáttmálanunum við ávíkavist Fíggjarmálaráðið og SEV.

 

21 fakfeløg í samhugaverkfall
Tilsamans 21 fakfeløg, við sáttmálum við tað almenna hava lýst 24 tíma samhugaverkfall fyri teirra limir.

 

Umboð fyri feløgini vóru í Tinganesi á miðdegi í dag, har tey handaðu fráboðanirnar um samhugaverkfall. Sí myndirnar niðanfyri:

 

 

 

 

 


« Aftur
Næsta