onsdag 23. maj 2018
Edvard Heen hóttir starvsfólk, ið eru í lógligum verkfalli
Edvard Heen hóttir starvsfólk, ið eru í lógligum verkfalli

18. december 2017 kl. 12:20


Tað er ein ógvuliga óheppin útsøgn, stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, kemur við ímóti starvsfólkum sínum, ið eru í verkfalli, eftir at Fasti Gerðarættur hevur staðfest, at verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er púrasta lógligt og fullkomuliga eftir bókini.

 

http://www.in.fo/news-detail/kunnu-revsa-pedagogar-sum-fara-i-verkfall/

 

Edvard Heen, stjóri, má og eigur at vita, at óansæð umstøðurnar, so er tað leiðslan og at enda politiski mynduleikin, ið hava evstu ábyrgd av øllum viðurskiftum, sum eru á stovninum.

 

At leggja eftir starvsfólkum, sum eru í fullkomuliga lógligum verkfalli, tí partarnir á sáttmálaøkinum ikki kunnu koma til sættis um lønarviðurskiftini á økinum, er púrasta burtur úr vón og viti. Hetta hoyrir ongastaðni heima og skal harðliga átalast.

 

Eg fari við hesum at lýsa okkara fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag og tess limir og samstundis minna limirnar í Starvsmannafalgnum á, at tað verður noktað limum felagsins at taka arbeiðið upp, sum er rakt av arbeiðssteðginum hjá Føroya Pedagogfelag.

 

Fari at enda at heita á Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum, um at taka hóttanina ímóti limunum í Føroya Pedagogfelag aftur, alt fyri eitt og viðurkenna, at verkfalli er 100% lógligt og at hann í staðin heitir á arbeiðsgevara sín um at fara aftur til samráðingarborðið fyri at finna eina loysn á trætuni. Tað er við samráðingarborðið at loysnin skal finnast og ikki við hóttanum ella í Fasta Gerðarrætti.

 

Við fakfelagskvøðu

 

Súni Selfoss, formaður

Starvsmananfelagið

 


« Aftur
Næsta