týsdagur 16. oktober 2018
Fakfeløg eru framvegis neyðug
Fakfeløg eru framvegis neyðug

13. desember 2017 - kl. 14:00


Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum

 

Fyrst vil eg siga, at Starvsmannafelagið ikki á nakran hátt er partapolitiskt. Men politisk, JA. Skilt á tann hátt, at vit, til eina og hvørja tíð, verja starvsfólkið. Um vit kunna. Reytt, grønt ella svart. Er líka mikið. So um tað er politikkur at verja fólk, ja so er vit tað.

 

 

 

 

Eitt dømið um, hvussu fólk vóru viðfarin áðrenn fakfeløgini komu, er hendan myndin:

 

 

Ongi rættindi, bara arbeiða og siga takk fyri. Hetta fara vit ikki at góðtaka aftur. Gloymt verður ofta, at hetta eisini er okkara arbeiði og livibreyð og vit vilja gera tað so gott, sum gjørligt, eisini fyri arbeiðsgevaran sjálvandi. Tí saman standa vit sterk og sterkast.

 

Uppgávan hjá fakfeløgunum er ein onnur í dag, enn tá ið tey vóru stovnað. Børnini hjá arbeiðarunum, er nú akademikarar og ofta líkaglað við fakfeløg. Eg vil klára meg sjálvan, verður sagt. Tað vildu teir á myndini omanfyri eisini.

 

Sama arbeiði alt livið, er ein farin tíð. Men tað ger bara uppgávurnar hjá felagnum fleiri og øðrvísi.

 

Stóra avbjóðingin er nú millum annað niðursett tíð, tíðaravmarkað størv og privatisering av almennum stovnum, har fólk, milt sagt, ikki altíð verða væl viðfarin. Og so sjálvandi ordiligar arbeiðsumstøður. Og mangt annað.

 

Tað eru fleiri mál, ið fakfeløg hava verið við til at fáa sett á breddan.

 

Betri barnsburðarskipan, eftirløn av øllum, gjald fyri yvirtíð, ordiliga løn, líka løn fyri líka arbeiði, feriu, døgurðasteðg, frí leygardagur. Arbeiðaravernd. Funktionerlógin. Og, og, og ...

 

Listin er langur, ið fakfeløgini hava hjálpt til við.

 

Og eftirløn.

 

OK, ja, nógv kundi verið betur. Men uttan felagsins hjálp var onki av hesum.

 

Er tað til fyrimunar fyri fjøldina, so eru vit við.

 

Men vit vilja hava tína luttøku og tína meining. Men eitt er vist. Uttan fakfeløg, hvussu var støðan so?

 

STARVSMANNAFELAGIÐ ER ÓHEFT POLITISKT. VIT ERU IKKI FYRI ELLA ÍMÓTI NØKRUM FLOKKI.

 

Vit vilja bara hjálpa okkara limunum og at hava og fáa so góðar treytir, sum gjørligt.

 

Minnast skal til, at fólk eru ikki til at brúka og blaka burt.

 

Vit eru ikki ein mótspælari, men ein viðspælarin. Sjálvt um hetta oftast verður tulka so, men vit vilja fegin gera arbeiðsplássið so gott sum gjørligt, fyri allar partar.

 

Avgerðin er stjórans, men vit vilja gjarna hjálpa til og hoyrast, fyri at gera Føroyar til tað besta landið at búgva í.

 

Sum ungur hugsaði eg ikki nógv um fakfeløg. Minnist, at eg í kommunuskúlanum hjálpti einum lærara at gera eini mótmælisgongu ónáðir. Hann dugdi at gera tað stuttligt og vit børn vistu ikki betur.

 

Segði bara onki við onnur, tí har vóru eisini kenningar í mótmælinum. Hvat tað gekk út upp á, var líka mikið. Hann, lærarin, dugdi at fáa stuttleika burturúr, og tað var tað.

 

Fekk nógv ár eftir tað lærupláss í gamla Føroya Banka. Og sama har. Fakfelag ´bla, bla, bla, ger bara ónáðir, brúka okkara pengar.´

 

Fekk av tilvild fatur í eini starvsfólkahondbók frá Danske Bank, ið var eigari av Føroya Banka tá. Undraðist á, at alt tað, ið var til fyrimunar fyri starvsfólkið, var burtur. Fór so at kanna hetta nærri og at spyrja um hví, men fekk einki ordiligt svar frá leiðsluni. Bara tær somu undanførslurnar. Fakfelag var ónáðir og irritatión og tað vanliga mótmælið ´und so weiter, und so weiter´

 

Tosaði so við okkara donsku starvsfelagar um hetta. Teir vóru eitt syndir ørkymlaðir, tí teimum kunnugt var ongin áhugi í Føroyum fyri einum fakfelag. Eftir at hava kannað málið nærri, og við muninum á donsku og føroysku starvsfólkahandbókunum í huga, fór eg undir, at stovna fakfelag fyri bankafólk, men varð uppsagdur, áðrenn eg náddi á mál.

 

Grundgevingin var, at ikki var brúk fyri mínum profili longur. Onki annað. Farvæl og takk. Onga vernd, onki at tosað um. Ongan at tosað við og ongan at fara til. Eg fekk 5 min.

 

Einsamallur. Einki fakfelag. Onga hjálp.

 

Tí FAKFELAG! 


« Aftur
Næsta