leygardagur 20. apríl 2019
Sáttmálar
Starvsmannafelagið hevur tríggjar sáttmálapartar.
 
Vit hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið fyri tey, sum starvast hjá landinum og við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri tey, sum starvast hjá kommununum, interkommunalum felagsskapum og SEV og sáttmála fyri kommunalu dagrøktararnar. Við Føroya Arbeiðsgevarafelag hava vit sáttmála fyri starvsfólk á Posta og sáttmála fyri starvsfólk á Føroya Tele.
 
Sáttmálin við Fíggjarmálaráðið umfatar nógv teir flestu limirnar í sáttmálaøkinum.